Taka nýtt torg í Klaksvík í nýtslu

Umhvørvisvika er í Klaksvík og endabresturin verður leygardagurin, tá ið tiltøk eru á nýggja Biskupstorgi í Klaksvík

Í hesum døgum er umhvørvisvika í Klaksvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur fingið heitið, Slóða fyri.

Fleiri tiltøk hava verið á skránni og í kvøld verður fyrilestur á Bókasavninum, har Kári Mortensen frá Umhørvisstovuni fer at greiða frá um tað yvirhøvur loysir seg at gevast at at brúka olju og at fáa sær hitapumpu ístaðin. Og í morgin verður tiltak í trappunum uttan fyri Heimavirkið, har barnagarðar og skúlaflokkar er við, og har áhoyrarar eru vælkomnir at lata seg í endurnýtsluklæðir, og at heimagjørd ljóðføri við

Men tann stóri dagurin verður leygardagin, tá ið fleiri tiltøk verða á nýggja Biskupstorgi.Hetta er eisini dagurin, tá ið Biskupstorgið alment verður tikið í nýtslu. Av rúgvuni av tiltøkum kann nevnast hjólvelting, fyrilestrar um elbilar, framsýningar grønmetisplanting, søla av mati í leysari vekt