Eysturkommuna bjóðar nú til almenna móttøku í samband við, at nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv - Gjái - verður tikin í nýtslu.
Almenn móttøka verður á dagstovninum hósdagin hin 17. august, og byrjað verður klokkan 17.
Í Eysturkommunu hava tey lagt eina fyribils skrá fyri hátíðarhaldið, og her verða bæði røður, tónleikur og ábit.
Verandi dagstovnur við Gøtugjógv var vorðin ov lítil.
Nýggi stovurin er 1.296 fermetrar stórur, og sagt hevur verið, at her er pláss fyri 60 barnagarðsbørnum og 52 vøggustovubørnum - ella 112 børnum tilsamans.
Tað er arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað stovnin, og tað var MT Højgaard og Eysturkommuna, sum í sínari tíð undirskrivaðu avtalu um bygging.
Avbjóðandi lendisviðurskifti vóru í økinum, har dagstovnurin er bygdur, men her hevur eydnast arkitektinum at skapa eina náttúrliga eind, sum tekur støði í lendisviðurskiftunum.