Umhvørvisstovan tekur undir við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum hevur mælt til, at vegskatturin verður broyttur til eitt CO2-avgjald, ið verður lagt omaná brennievni til akfør. - Eitt CO2-avgjald á brennievni til akfør ber í sær, at bilar við nógvum útláti, skulu gjalda meiri enn bilar, sum ikki dálkað so illa.
- Samstundis ber tað í sær, at bilar, ið koyra nógv, gjalda meiri fyri at slita vegin enn bilar, ið koyra minni.
-Verður vegskatturin tikin av og lagdur oman á brennievnið, verður gjaldið beinleiðis tengt at nýtsluni og harvið útlátinum frá øllum bilum, sum koyra á føroysku vegunum, eisini teimum útlendsku bilunum.
Samstundis fer tað at eggja bilførarum at keypa meiri umhvørvisvinarligar bilar, tí teir verða nógv bíligari.
Umhvørvisstovan sigur, at 14% av øllum útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2009 stavaði frá akførum.
Eftir føroyska veðurlagspolitikkinum er málið at minka útlátið frá ferðslu á landi niður í eina helvt í 2020 aftur ímóti útlátinum í 2005.
- Eitt CO2-avgjald á brennievni fer vónandi at gera sítt til, at málið verður rokkið, tí myndin vísir, at enn er langt á mál, tí útlátið er vaksið, heldur enn minkað.