Taka undir við tiltøkum

7 mannabólkurin heitir á øll foreldur kring landið um at stuðla tiltakinum, so ein endi kann fást á arbeiðssteðginum

7 mannabólkurin, sum umboðar 32 fakfeløg, tekur fult undir við tiltakinum, sum foreldur at næmingum í Tórshavnar kommunuskúla hava tikið stig til í sambandi við arbeiðssteðgin hjá Føroya Lærarafelag.

Hetta verður sligið fast í eini yvirlýsing, sum 7 mannabólkurin sendi út í gjár.

7 mannabólkurin heitir á øll foreldur kring landið um at stuðla tiltakinum, so ein endi kann fást á arbeiðssteðginum.