Taka væl í móti Listabumbuni

Forkvinnan í mentanarnevndini vónar, at uppskotið við Listabumbuni og at nýta Kommunuskúlan sum alternativt mentanarhús fær positiva viðgerð

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, tekur væl í móti hugskotinum og undirskriftinum, hon fekk handaðar í dag. Talan var um omanfyri 300 undirskriftir, umframt eina umsókn, ið Sóley Danielsen handaði Helenu Dam á Neystabø.

Listabumban – eitt stað, har listin kann eksplodera, er slagorðið fyri átakið og hugskotinum hjá Sóley Danielsen.

 

- Visjónin er, at fáa eitt skapandi og livandi alternativt mentanarhús í Kommunuskúlanum, har hurðin er opin hvønn dag, og har allar listagreinar eru vælkomnar, sigur hon millum annað.

 

- Vit vita, at tørvur er á arbeiðshølum til listafólk, og hetta er eitt spennandi hugskot, sum kommunan nú fer at taka støðu til. Vónandi fær umsóknin eina positiva viðgerð, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Hoyr samrøðu við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, við at trýsta á pílin undir myndini.