Í einari samrøðu við Daily Star avdúkar Gary Barlow, at hann og restin av Take That ætla sær at útgeva eina fløgu í næsta ár.
Í fjør megnaði tann kendi bólkurin at framleiða enn eitt hitt við lagnum Progressed.
Og hetta lagið halda ummælarar er fyrimyndarligt fyri bólkin. Røddirnar vóru betri enn vanligt, og Robbie Williams var komin aftur til bólkin.
Í fjør vóru teir eisini á rundferð, og var tað ein sera vælumtókt rundferð.
Men nú er Robbie aftur farin solo. Hann er fluttur aftur til Los Angeles, og júst nú hevur Gary Barlow úr at gera í sínum starvi sum dómari í bretsku útgávuni av X-Factor.
Men næsta ár er aftur pláss fyri einum lagið.
Í tí sambandi sigur Gary.
- Tann nýggja fløgan kemur allarhelst í næsta ár. Og eftir at vita hava havt frí í eitt ár,gleða vit okkum til tað, sigur Gary Barlow.
Í greinini verður ikki prátað um, at Robbie Williams ikki er við longur.Men teir fýra Take That dreingirnir eru eftir øllum at døma enn væl við Robbie Williams.
Hetta veit bt.dk