Nú línubáturin, Fiskivarði hevur landað á Toftum í vikuni, hevur skiparin, Fróði L. Ejdesgaard, eitt hjartasuff.
- Eg var umborð henda dagin frá klokkan 06 til 17.30, men einastu tandur, sum vitjaðu, vóru tvær krákur, sum vóru her um middagsleitið. Har lá eitt lok av einum Kærgården-margarinpakka á yvirdekkinum, sum tann eina krákan ætlaði at fara avstað við.
Hjartasuffið hjá Fróða L. Ejdesgaard snýr seg ikki um krákuna, men um, at eingin sæst eftir bryggjuni longur.
- Eru mínir landsmenn púrasta givnir at fara oman á bryggjuna at forvitnast? spyr skiparin.
Hann vísir á, at ikki ein barnagarðsflokkur, ei heldur skúlaflokkur var at síggja henda dagin, men tað, sum kanska undrar skiparan mest, er, at heldur ikki ein fiskakeypari er at síggja, hóast fyrstu kassarnir stóðu á bryggjuni henda mongun longu klokkan 07.05.
- Tað mátti verið áhugavert at sæð tann fisk, sum tú kanska fert at bjóða upp á klokkan 10, heldur hann fyri.
Áheitanin hjá Fróða L. Ejdesgaard ljóðar tí soleiðis: - Landsmenn og kvinnur, farið ein kaitúr! Takið børnini við. Leggið einki í skeltini ”Ørindaleys onga atgongd”.
Skiparin heldur fyri, at kanska onkur keks hevði verið í messuni ein slíkan dag.
- Vit síggja ikki ein smádrong ein slíkan dag, og tað er hugstoytt, heldur Fróði L. Ejdesgaard, skipari, fyri.