Átakið hjá NATO gjørdi munin

Tað var tað arabiska várið, sum fekk fólk í Benghazi at seta seg upp ímóti Muammar Gaddafi og stýri hansara, men uttan hjálp frá NATO høvdu uppreistrarmenninir í Libya ikki havt megnað at reka stýrið hjá Muammar Gaddafi frá. Tað sigur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller í einari viðmerking til tíðindini um, at Gaddafi er deyður. Eftir hansara tykki var átakið hjá NATO altavgerandi, tí tað forðaði herinum hjá Gaddafi at brúka tey tungu vápnini.

Per Stig Møller sigur, at hóast uppreistrarmenninir nú hava eftirlit við øllum Libya, so hevur tað libyska fólkið framvegis tørv á hjálp uttaneftir og eisini úr Danmark.

-Tey kunnu byggja Libya upp, soleiðis sum tey vilja við demokratiskum vali, nýggjari stjórn og vónandi við virðing fyri teimum demokratisku og mannarættindaligu spælireglunum. Nú ræður um at stuðla upp undir demokratiið, soleiðis at kvinnurnar sleppa framat, og at politiskir flokkar verða skipaðir. Harafturat hevur tað skund hjá ES at gera handilsavtalur við tað nýggja stýrið, sigur Per Stig Møller við danska kringvarpið.