Taki sessin yvir við størsta eyðmjúkleika

Tað segði Annika Olsen, tá hon í gjárkvøldið varð vald til 19. borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

Tað segði Annika Olsen, tá hon í gjárkvøldið varð vald til 19. borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

 

– Fyrst av øllum vil eg av hjarta takka fyri álitið, mær er sýnt, og tað er við størsta eyðmjúkleika, at eg taki yvir hendan sessin. Saman við einari sterkari býráðsmanning fara vit í felag at gera tað, vit eru ment at liva upp til borgarans álit.

 

Soleiðis segði Annika Olsen, tá hon á býráðsfundi í gjárkvøldið varð vald til borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Hon tekur við starvinum á midnátt.

 

Annika Olsen er onnur kvinnan, sum setir seg í borgarstjórasessin. Tann fyrra var Lisbeth L. Petersern úr Sambandsflokkinum, sum var borgarstjóri frá 1993-1996.

 

Annika Olsen segði víðari í takkarrøðuni soleiðis:

 

»Eg vil somuleiðis nýta høvi at veita eina hjartans takk til Heðin Mortensen, sum hevur verið ímyndin av Tórshavnar kommunu tey síðstu 12 árini. Heðin Mortensen hevur birt gleði og vón hjá mongum havnaborgarum. Hesin logi fer aldrinn at slokna. Ein takk skal eisini veitast undanfarna býráð, bæði tey sum eru afturvald, og tey sum ikki longur sita rundan um borðið. Tað fyri alt tað góða, tit hava gjørt fyri okkara bý.

 

Tíðir broytast, og nú fer eitt nýtt býráð at taka við. Nýggja býráðssamgongan fer at seta borgaran fremst.

 

Vit ynskja, at Tórshavn og og hartil hoyrandi bygdir skulu vera ein kraftdepil við atdráttarmegi, sum røkkur út um kommunumark og landoddar.

 

Vit ynskja ein høvuðsstað sum er fevnandi og rúmligur, har børn, vaksin, ung sum eldri kunnu liva, mennast, skapa og samvirka okkum øllum at gagni.

 

Vit ynskja, at okkara eldru skulu hava hægstu raðfesting. Okkara eldru hava lagt lunnar undir tað vælferðarsamfelag, vit hava í dag og tí skylda vit teimum góðar og virðiligar umstøður á ellisárum.

 

Vit vilja, at vinnan skal hava støðugar karmar at virka undir við javnbjóðis atgongd til arbeiði sum kommunan stendur fyri. Kommunan skal skapa karmar og skal vera ein virkin viðspælari hjá vinnuni.

 

Vit ynskja ein skynsaman fíggjarpolitikk við atliti at opinleika og gjøgnumskygni

 

Vit ynskja eina grøna og burðardygga framtið. Umhvørvið er til láns frá okkara eftirkomarum og tí skulu vit fara væl um og fáa loyst avbjóðingarnar, ið eru á umhvørvisøkinum.

 

Vit fara at fjálga um familjurnar við fleiri fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og styrkja dagstovnaøkið enn meiri við atliti at enn betri trivnaði hjá okkara børnum.

 

Vit ynskja rúm fyri einum fjølbroyttum og skapandi mentanarlívi. Mentanin er hjartaslátturin í býnum. Steðgar hesin hjartasláttur, steðgar alt annað.

 

Vit eru nú komin á næst síðsta dag á árinum. Ódnirnar hava leikað nógv í hesir seinastu dagarnir og gjørt nógvan skaða. Ódnarveður hevur eisini verið á politiska víðvøllinum. Men eftir eini og hvørjari ódn ræður um at bøta um og gera gott aftur tað, sum farið er. Vit ynskja tí at veita eina útrætta hond til andstøðuna um gott samstarv um okkara bý – borgarunum at frama.

 

Eg vil enda við orðunum hjá Rasmusi Effersøe:

 

”Hvat er væl eitt lív við ongum stríði?

Sum ein máni fyri uttan ljós!

Vakrast skínur sól á grønar líðir, tá ið ælið freka fór sín kós”

 

Gud signi hetta býráðið og tað arbeiðið, sum stendur fyri framman.

Við ynski um eitt eydnuríkt nýggjár til okkum øll.«