Fjordskolen liggur í Norðurjyllandi og er ein skúli fyri atferðartruplarnæmingar. Skúlastjórin har eitur Ingvald á Kamarinum, og hann hevur arbeitt við atferðartruplum børnum seinastu tíggju árini.
Hann hevði ikki ætlanir um at blanda seg í kjakið um fólkaskúlan í Føroyum, men eftir kjaktorgið, sum var í Miðlahúsinum týskvøldið, kennir hann á sær, at hann má siga sína hugsan. Tí ein spurningur, sum ofta varð havdur á lofti týskvøldið, var hvat gera vit við truplu næmingarnar. Hesir næmingar fella burtur ímillum, og enda í sokallaðum gráum økjum, har ein loysn er at hóma.
Men Ingvald á Kamarinum hevur eina sera einfalda, og sambært honum eisini góða loysn til henda trupulleika. Ein loysn, sum hevði givið atferðartruplu næmingunum nógv betri sømdir, og hevði givið Føroyum ein betri fólkaskúla.
– Takið truplu næmingarnar úr fólkaskúlanum. Teir skulu als ikki vera í skúla, er hansara greiði boðskapur.
– Tað sigur seg sjálvt, at ein flokkur við 24 næmingum, harav tveir hava atferðartrupulleikar, ikki riggar sum hann skal. Teir báðir truplu næmingarnir fara við nógvari orku, og so er lítið gott eftir til hinar 22 næmingarnar. Tá eru báðir næmingabólkarnir við sviðusoð, og tað er lærarin eisini, sum hevur brúkt allar sína orku til eina uppgávu, sum onki úrslit sæst av, sigur Ingvald á Kamarinum.
Betri loysn fyri øll
Ingvald á Kamarinum mælir tí til, at seta á stovn ein serskúla í Føroyum. Ein skúla fyri atferðartruplar næmingar. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, sum føroyski fólkaskúlin í dag stríðist við.
– Næmingarnir, sum eftir eru í vanliga fólkaskúlanum, høvdu fingið meiri burtur úr, tí nú hevði lærarin meiri tíð til teir. Lærarin hevði eisini verið betri upplagdur, tí hann hevur størri yvirskot nú hann ikki skal brúka so nógva orku upp á truplu næmingarnar. Og teir truplu næmingarnir fáa nú eisini munandi meiri burtur úr, hava teir fingið eitt serligt tilboð har teirra tørvur verður nøktaður, vísir Ingvald á Kamarinum á.
Við øðrum orðum er hansara uppskot ein betri loysn fyri allar partar.
Bøtt um PISA-úrslit
Ingvald á Kamarinum er sannførdur um, at hansara uppskot hevði loyst nógvar trupulleikar í føroyska fólkaskúlanum. Hann er enntá vísur í, at tað hevði bøtt munandi um úrslitið av eini PISA-kanning.
– Eg eri vísur í, at longu eitt hálvt ár eftir, at henda broyting hevði verið fram, høvdu úrslitini í eini PISA-kanning verið munandi betri.
– Tað eru jú tilfeingið hjá læraranum, sum skal bera næmingin víðari, og tá lærarin hevur størri yvirskot, so verður eisini meiri til næmingin, vísir Ingvald á Kamarinum á.
Børn ongin útreiðsla
Í kjakinum um fólkaskúlan hevur ofta verið ført fram av politikarunum, at játtanin er vaksin so og so nógv, men hesi tankagongd skilir Ingvald á Kamarinum ikki heilt.
– Tað kann ikki vera rætt, tá børnini verða løgd fram sum ein útreiðsla, sigur hann.
Ingvald á Kamarinum heldur, at børnini eru ein íløga og ikki ein tung byrða.
– Vit vera noydd at síggja børnini og skúlan í ljósinum av PISA-kanningini, og út frá tí er skjótt at koma eftir, at her má okkurt gerast. Við onki at gera, so vaksa trupulleikarnir. Lærararnir eru ovbyrðaðir sum er, og tað verður steinur oman á byrðu. Sjúkradagarnir hækka, undirvísingarstøði lækkar og og truplu næmingarnir søkka djypri, sigur Ingvald á Kamarinum.
– Takið truplu børnini út og setið á stovn ein serskúla, ljóða hansara ráð. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, og ikki minst motiverað tey truplu børnini til at fara víðari. Antin í skúla ella á arbeiðsmarknaðin, og tað er týdningarmikið. Øll eru ikki bóklig, og tað hongur ikki saman, tá vit í Føroyum hava ungdóm, sum er dottin burtur ímillum, meðan flakavirkjunum tørva arbeiðismegi, ella hvat, spyr Ingvald á Kamarinum at enda.