– Pengar eru játtaðir til at skifta takið á Badmintonhøllini í Klaksvík, og arbeiðið fer í gongd í næstum.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Lesið eisini: Dysturin millum Team Klaksvík og StÍF avlýstur
Í kvøld varð hondbóltsdystur, sum skuldi spælast í Badmintonhøllini í Klaksvík, avlýstur, tí høllin lekur ov illa.
– Hetta er sera harmiligt fyri allar partar – eisini okkum, sum varða av høllini. Í eina tíð hava trupulleikar verið við tekjuni á Badmintonhøllini. Fyri einum góðum ári síðani vóru ábøtur gjørdar á tekjuna fyri at steðga lekum, men hetta var ikki ein endaliga umvæling. Tá átti Klaksvíkar kommuna ikki Badmintonhøllina, og tí bar ikki til at gera størri umvælingararbeiðið tá, sigur Jógvan Skorheim.
Lesið eisini:– Einki hent í ár
Borgarstjórin sigur, at síðani hevur Klaksvíkar kommuna yvirtikið ítróttarhøllirnar í Klaksvík, og tað hevur kostað kommununi umleið 15 milliónir krónur. Við yvirtøkunum hevur Klaksvíkar kommuna eisini átikið sær ábyrgdina av høllunum og at gera neyðugar ábøtur.
– Lekarnir, sum hava volt trupulleikar í Badmintonhøllini í eina tíð, versnaðu í ódnini í desember, og tá var endalig avgerð tikin um at finna eina varðandi loysn. Tann 19. desember tóku vit avgerð um, at tekjan á Badmintonhøllini skal skiftast. Í samráði við Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevndini, og Jóhann Lützen, formann í Trivnaðarnevndini Børn & Ung, varð ein millión krónur funnin á øðrum játtanum til at arbeiðið, umframt at Klaksvíkar býráð hevur játtað eina millión krónur á Fíggjarætlanini fyri 2014 til umvælingar av ítróttarhøllunum. Harafturat kemur endurgjald frá tryggingini, sigur Jógvan Skorheim.
Í løtuni verða fyrireikingar gjørdar til at seta umvælingararbeiðið í gongd, so arbeiðið byrja innan stutta tíð.
Jógvan Skorheim sigur, at ábøtur eisini skulu gerast á tekjuna á KÍ-høllini, sum somuleiðis hevur havt lekar – um enn minni umfatandi enn teir, sum hava verið í Badmintonhøllini. Eisini har skal ein haldbar loysn finnast á trupulleikanum.
– Vit raðfesta umvælingarnar av tekjunum á ítróttarhallunum, vit hava funnið pengar til arbeiðini, og í næstum verða umvælingarnar framdar í verki. Eg harmist um, at ítróttardystir verða avlýstir orsaka av lekum, men vit taka málið í stórum álvara og gera neyðugur umvælingar, so hetta ikki fer at henda frameftir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.