Takk fyri »Jól undir eysturgrønlandi«

Takk fyri sendingina, sum gav eitt innlit í lívið umborð og tær umstøður, ið partar av sjófólki livir í og undir.

Eg gleði meg til næstu sendingar.

Tað, sum serliga gleddi sjómanskvinnuringarnar og okkum, sum annars starvast í Sjómansmissiónini, var jólaaftan við sangi, jólaevangeliinum og jólapakkum.

Takk fyri ta stóru og vøkru umtalu av jólapakkunum og tann týdning, teir hava.

Sjómanskvinnuringarnir og onnur, ið lata pakkar, tørva eitt herðaklapp fyri teirra stóra arbeiði ? og tað fingu tey í sendingini.

Samstundis vil eg ynskja Guðs ríku signing yvir alt fólk okkara, bæði á sjógvi og landi.

Gott nýggjár í Harrans navni øll somul!

Vinarliga,


   Torleif Johannesen,

   sjómanstrúboðari