Saman við liðfeløgunum kundi Bárður Olsen fegnast um, at tað hesa ferð vóru teir í EB/Streymi, sum struku avstað við stigunum, hóast yvirvágin í spælinum púrasta greitt var til vertirnar.
- Sjálvandi kroysta teir okkum nógv. Serliga eina løtu inn í seinna hálvleik, men eg haldi ikki, at teir koma til so nógvar møguleikar kortini.
Tú legði upp til málið. Hvussu kom hetta?
- Eg haldi, at tað var Jákup Martin, sum sendi meg avstað í høgru. Eg legði so innfyri til Sonna, sum smekkaði hann so klokkureint í málið. Eitt ótrúliga gott skot, og eisini eitt ótrúliga deiligt mál hjá okkum at fáa, helt Bárður.
Eftir málið høvdu gestirnir tó hug at søkka dekan ov langt aftur, og Bárður ásannaði eisini, at seinasta løtan var strævin at koma ígjøgnum.
- Teir trýsta øgiligt, og vit lata okkum eisini trýsta. Hóast teir eru 10, so megna teir tá at skapa nakrar heilt vandamiklar støður, men tíbetur kláraðu vit at halda fast. Tað var í øllum førum deiligt, tá vit hoyrdu dómarin bríksla fyri seinastu ferð, helt Bárður eftir dystin.