TAKK JØRGIN

Til minnis um Jørgin Johansen

Brátt komu boðini um, at tú Jørgin ikki longur vart millum okkum.


Bert fáar dagar framman undan vart tú saman við øðrum heima hjá okkum og vitjaði, væl hýrdur, blídligur og skemtingarsamur, sum vit so væl kendu teg.


Orð tíni vóru væl vald, soleiðis eisini hendan dagin. Orsøkin til vitjanina hendan dagin, var tann, at NSÍ á fyrsta sinni hevði vunnið meistaraheitið í tí bestu deildini.


Altíð hevur tú verið ein trúfastur NSÍ’ari, og hevur tín lutur ikki ligið eftir, tá talan er um at taka tøk fyri NSÍ. Soleiðis vart tú eitt skifti limur í bæði starvsnevndini og fótbóltsnevndini hjá NSÍ, í fótbóltsnevndini eitt skifti sum formaður.


Serliga nógv brendi tú fyri ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ. Tíni nærmastu valdu tí, at tey sum vildu minnast teg og senda tær eina seinastu heilsan, kundu lata eina gávu til ungdómsarbeiðið hjá NSÍ.

Vit takka hjartaliga fyri hesa stórfingnu gávu.


Saknurin hjá tykkum sum eftir sita er væl skiljandi stórur, og nú á jólum leitaðu tankar okkara til tykkara við samkenslu.


“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”


Takk Jørgin



Dánial Petur Hansen

formaður í NSÍ