Sólfríð Heinesen,
Norðragøta
Nú Ólasa tíð at mynda fiskimannafelagið er av, vil eg bera tær eina hjartans tøkk fyri at hava ment felagið til tað sum tað er í dag.
Ikki grunaði tað meg, nú tú ætlaði tær undir títt síðsta valskeið, at tú skuldi koma at liggja niðast.
Royndi nakrar ferðir undur valstríðunun at rógva upp undur, at tú mátti agitera ímillum fólkið. Men tú svaraði, at hatta var ikki tú, at ganga runt og selja teg sjálvan. Tú vildi hava eitt reelt val og skrivliga lýsa tann politikk, sum tú stóð fyri, so fiskimenn vistu, hvat teir høvdu at taka støðu til.
Óli, tú ert frá eini tíð, har eitt orð er eitt orð og maður er ein maður. Eg trúgvi hetta vísir, hvussu nógv vit hava flutt okkum samfelagsliga.
Óli, tú sigur, at tú leggur frá tær við góðari samvitsku, og eg trúgvi tað er tað, sum fer at standa eftir, tí ongun nýtist at ivast í, at tú gongur ikki upp á kompromi við tína samvitsku, og tað sum tú gongur uppí, har leggur tú lív og sál í.
Nú fiskimannablaðið er farið í søguna í tí líki, tað hevur havt, vil eg takka tær hjartaliga fyri tær mongu áhugaverdu greinar, sum hava havt sera stóran áhuga millum manna. Upplesan av blaðnun hevur verið fastur táttur á mongun sambýlum og ellisheimum.
Ikki minst vil eg takka tær fyri tey mongu minningarorðini, sum eg veit hava verið til stóra gleði og uggan fyri tey avvarðandi. Tey vísa, at sjálvt um tú ert ein maður við fáum orðum, hevur tú ein ótrúðligan áhuga og innlivan av tí einstaka.
Góði Óli, okkara samfelag hevur tørv á fólki við slíkum eginleikum í dag.
Guds signing víðari á lívleiðini.