Takk Riddarin!

Rasmus Magnusson rør við Stráluni og situr á lærinum í stýriborð:

Strálan lumpaði øll og vann róðurin hjá seksmannaførum við monnum. Tað var ein sera fegin Rasmus Magnusson, sum Sosialurin fekk fatur á eftir róðurin.
- Vit eru sera fegnir, og so róðu vit við læntum árum. So hetta skal vera ein stór og innilig heilsan til Riddaran og takka teimum fyri, at vit kundu læna teirra árar, sigur Rasmus stórsmílandi.
Rasmus veit ikki at siga, um árarnar vóru orsøkin til, at Strálan vann róðurin. Strálan hevur annars ligið á triðja- fjórða ella fimtaplássið undanfarnu róðrarnar, men nú brádliga vunnu teir.
- Eg veit ikki, um tað vóru árarnar, men tað kendist sum hasar árarnar vóru betri at rógva við, greiðir Rasmus frá.
Rasmus dugir ikki at greiða frá, hvussu teir kundu gloyma teirra egnu árar eftir á Strondum. Hann ristir bara við høvdinum. Men tað vísti seg so at vera ein fyrimunur leygardagin.
- Ja, eg veit ikki, hvørjum árum vit fara at rógva við á Ólavsøku. Kanska vit gera ein leigusáttmála um árarnar við Riddarin til seinasta róðurin, sigur Rasmus flennandi og leggur so meira álvarsamur afturat, at tað helst verða teirra egnu árar, tí so sløvir kunnu teir ikki loyva sær at vera einaferð afturat.