Takk, Rolf!

Takk fyri viðmerkingina, Rolf! Íkastið til orðaskifti, hevði eg nær sagt. Gott at fáa lýst munin millum fyrrnevnda fyribrigdi og so kjak? ikki tí tað ger meg ovfarnan; visti nokk, at Rolf var førur fyri at seta í skák málsliga beinanvegin... tit vita, skal Kili hava k ella c! Gott í teg, Rolf, hetta setur líkasum alt fullveldisorðaskifti í perspektiv... nuansurnar mugu ongantíð gleppa okkum av hondum.

Og so takk einaferð afturat!

Fyri at seta okkum ófullføru so nøkunlunda inn í, hvat fyrifórst á vinstravonginum í gomlum døgum. Men hvør kann siga okkum ring fyri, at misskiljingar stórtrívast, tá dagar og vikur vóru brúktar av teimum radikalu føroysku elementunum niðri, at orðaskiftast um parolur sum ?Sovjet út úr Afganistan?, ?Sovjet langt út úr Afganistan? ella bara ?Fingrarnar burtur, Sovjet?! Men allíkavæl, sum tú sigur, Rolf, 1000 er eitt flott upplag... .

Og so at enda takk eina seinastu ferð, Rolf!

Tí sjálvandi hevur tú rætt! Tá ið dialektikkin er eitt hitt torførasta hugtakið innan filosofi/heimspeki; tá kunnu tað ikki vera mong onnur enn tú og tey við æviga definitiónsrættinum, ið hava skilt nakað sum helst av tí heila.

Má soleiðis hissini viðmerkja, at gamli Marx altíð hevur verið ein av hejtum mínum. ?Djupur og brattur... ? sum Brandes segði um Nietzsche á sinni!! Men størsti veikleiki hansara var hvørki dissekeringin av kapitalistiska samfelagnum ella hansara merkverdiga búskaparliga lagnutrúgv... men heldur, sæð í søguligum perspektivið eftirsíðani, at lærusveinar hansara komu at vera av einum so ivasomun slag(smb. orðaskiftið í løtuni).

Men allíkavæl; gott í teg, Rolf! Gevst ikki á hondum, bert tí onkur hissini ignorantur glepsar eitt sindur.

Keep on trucking ? tí sum tú sigur: í tí stilla eru so mong, sum skilja teg og stuðla tær!!


vinarliga

Jens Chr. Carlsson