Takkar fyri sera professionella bjarging

– Bjargingin, tá ið eldur kom í Vesturland, var framúr professionel, sigur reiðarin

 Hetta er eitt dømi um, ta trygd, sjómenn undir Føroyum, hava

Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, nú eldur kom í Vesturland, sum reiðaríið eigur.

 

Øll manningin varð bjargað og síðani er eldurin umborð eisini sløktur. Og í eini almennari fráboðan í morgun, takkar reiðarin øllum, sum vóru við í hesum arbeiðnum, sum hann sigur, var sera professionelt.

 

– Hetta vísur, at bjargingartyrlan hjá Atlantic klárar eina uppgáva sum hesa og er hetta eitt dømi um trygdina hjá sjómonnunum í føroyskum sjógvi, sigur hann.

 

Hann heldur, at tað var eitt bragd av tyrlumanningini at bjarga manningini og hann takkar eisini MRCC, Vørn, Arktisk kommandu og brandmonnunum á Skála fyri teirra leiklut í bjargingini og eldsløkkingini.