Í takksemi til eldsálina Leilu Solmunde

Leila gjørdist forkvinna í MBF stutt eftir at eg bleiv landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og fekk eg ta stóru gleði at hava eitt tætt og gevandi samstarv við hana hesi árini. Tað hendi aldrin, at farið var hvør til sítt eftir fund ella samrøðu ella ráðførslu við Leilu, at man ikki var glaður fyri og upplyftur av, hvussu hon hevði víst á og slóðað fyri enn einum stigi á røttu leiðini. Aldrin grenjandi ella hartandi, hóast tað mangan vóru orsøkir til tess, men altíð uppbyggjandi og eggjandi. Hon hevði tey ríku evni, at birta áræði og áhaldni í okkum, hon samstarvaði við.
Leila var ein eldsál í stríðnum fyri lívskorunum hjá brekaðum í Føroyum. Og við sínum ótroyttiliga innsatsi broytti hon føroyska samfelagið. Hon bygdi upp, hon flutti Føroyar framá, eitt stig fyri og annað eftir, til eitt betri og rúmligari samfelag.
Hon lærdi okkum og vísti okkum, at brekapolitikkur snýr seg ikki um eitt stríð móti persónligum forðingum hjá tí einstaka, sum er við skerdan lut. Tað snýr seg um, at vit øll í felag skulu skapa eitt betri samfelag við javngóðum umstøðum fyri allar borgarar, og har okkara íborni rættur at trívast og mennast ikki skal verða skerdur av okkara ymisku persónligu, fíggjarligu, kropsligu, sálarligu ella menningarligu førleikum
Vit fara at sakna hennara ljósu, djørvu, kláru, sakligu, konstruktivu og blíðu rødd í almenna orðaskiftinum um sosialpolitisku avbjóðingarnar í føroyska samfelagnum.
Alt okkara samfelag, politiska skipanin eins og allir borgarar í landinum hava so ómetaliga nógv at takka Lailu Solmunde fyri. Vit fara at sakna hana og vilja goyma hennara minni í okkara hjørtum.
-----
Hans Pauli Strøm