Ummæli ??????
Andaligt. Hvat er tað? Summi siga pátrúgv. Onnur siga, at tað andaliga er skilgreiningin av teirra lívi. Eg veit ikki heilt sjálv. Eg veit bara, at tað er ikki tað sama fyri meg, sum tað er fyri teg. Og fyri Proclaim er tað uppaftur nakað annað, enn tað er fyri okkum bæði.
Proclaim eru úr Heimamissións samfelagnum í Eysturoynni, eru kristnir og hava givið eina andaliga fløgu út, fløguna »Grateful«. Mín skilgreining av andaligum samsvarar slett ikki við hana, sum er á »Grateful«, men tað kann sum so eisini gera tað sama, tí »Grateful« er eisini tónleikur. Ein leikur við tónum, sum fólk flest kunnu skilja, viga og meta um. Og tað er tað, sum eg skal gera. Andaligt ella ikki.
Ein fjølbroytt manning
Proclaim eru: forsangarin Bjartur Fonsdal Johannesen, Jákup Justinussen á tangentar og kór, Pauli Reinert Poulsen á gittara og kór, Bárður Reinert Poulsen á bass og Jens Súni Hansen á trummir og kór. Saman eru teir ein sterkur hópur av góðum tónleikarum, ið spæla knasandi væl saman. Tað hoyrist, at teir hava spælt nógv, og at teir hava tað gott við at spæla saman.
Miksing av løgunum er gjørd av fýra ymsum persónum: Bárður Háberg, Finnur Hansen, Kristoffur Mørkøre og Jónas Bloch Danielsen. Tað hoyrist eisini aftur í ein rættiliga avgerandi mun, at tað eru fleiri miksarar, ið hava havt fingurin við í spælinum. Løgini eru frammanundan ógvuliga fjølbroytt í stíli, og tað hoyrist uppaftur betri við, at miksingin eisini er fjølbroytt. Løgini eru ov ymisk, sum úrslitar í, at fløgan ikki hongur nóg væl saman sum ein heild. Eg rokni við, at framleiðslan, ið er ógvuliga væl úr hondum greidd, hevur bjargað heildini og lyft hana upp á eitt hægri støðið. Tað kann tó ikki væntast annað enn eitt gott ljóð, tá ein mætur tónasnillingur sum Gunnar G. Guttesen hevur framleiðsluna um hendi.
Gunnar G. Guttesen hevur eisini staðið fyri upptøkuni, meðan Heimamissiónsforlagið hevur givið fløguna út.
Fangandi byrjan
»Grateful« leggur hart út við funk-beatum í lagnum »Bow Down«. Hetta er Jamiroquai, tá hann er mest uppi at koyra og Sting, tá hann svingar best. Lagið er tight, væl spælt og væl framleitt. Vokalurin er ógvuliga góður og beinrakin. Tað er eitt gott trekk at byrja við hesum lagnum, tí tað slær til og dregur hugan beinanvegin.
Seinna lagið »God is there« byrjar rátt við distortion á rútmusektiónini og røddini. Skiftir síðani yvir í reinan klang við gittaraplinkri. Hetta er eitt rættiliga gott rokk-lag. Tað manglar nakað av upprudding í arrangementinum fyri at blíva ordiliga fangandi, men tað hevur eitt feitt rokkriff í brotum a la Clickhaze shoe gaze. Endin byggir upp og brestir, sum er júst tað, ið førir tankarnar aftur til Clickhaze dagarnar og »Indigo brow«. Ikki akkurát í somu eksplosivu ekstasu, men nakað í ta ættina við larmutum rokki, ið kókar harðari og harðari fyri so at enda brádliga.
Men moðinskapurin ræður
Byrjanin av »Grateful« leggur upp til eina ráða, funkuta popp-fløgu við kanti. Men tað steðgar eitt sindur har, aftaná tey bæði byrjunarløgini. Aftaná hesi koma nøkur løg, ið ljóða sum um, at tey ikki hoyra heima á fløguni. Løgini hava lítið uppá seg, og tekstirnir eru illa skrivaðir. Summi av teimum tykjast vera ein desperat roynd uppá at vera rokkutur og kul, sum tað bara ikki er. Hesi løgini eru t.d funk/jazz lagið »Frí her«, rokkroyndin »Alveldis Gud«, ið minnir einum ov nógv um I AM og »His eyes«, ið einki nýtt hevur at bera ljóðmessiga sæð.
Yvirhøvur eru ov nógv moðin elementir á fløguni. Hon luktar ov nógv av tónleikarum, ið bara vilja spæla saman og ov lítið av gjøgnumhugsan. Sjálvt um tað er stuttligt at hoyra íblástur frá t.d Jamiroquai og Sting, tí tað er sjáldsamt her á leiðum, hevði tað verið meira spennandi at hoyrt meira av limunum í Proclaim; hvat teir vilja spæla. Hvussu teir høvdu ljóðað, um teir høvdu spælt tað, sum teir sjálvir eru og ikki tað, sum onkur annar er.
Hittið í rokanum
Aftaná hesi haltandi løgini (tó við onkrum ímillum, ið skínur burturúr, m.a sambalagið »Praise Him« og Stevie Wonder inspireraða lagið »Smile«) kemur endalagið »Go out« og bjargar degnum. Hetta mann vera eitt tað vakrasta lagið, eg havi hoyrt í fleiri mánaðar. Laglinjan er perfekt allan vegin ígjøgnum. Ger ongantíð ov nógv av og ongantíð ov lítið, hevur javnvág í tónunum, og sangarin syngur tað fantastiskt. Lagið byrjar ógvuliga vakurt og tekur síðani eitt smooth skift yvir til rútmuundirspæl, ið svingar og koyrir væl. Røddin økist eisini akkurát tilpass nógv í mun til skiftið. Hugsi eitt sindur um Damien Rice í hesum, men ikki ov nógv.
Teksturin er væl skrivaður og erligur. Hann snýr seg um, tá Jesus gav lærusveinunum boð um at fara út í heimin at fortelja øllum fólkasløgum um seg. Jesus var júst risin upp aftur frá deyðanum, og lærusveinarnir høvdu blandaðar kenslur um, hvat nú fór at henda. Bjartur F. Johannesen, ið hevur skrivað tekstin, reflekterar sjálvur yvir hesa hendingina og greiðir ógvuliga menniskjaliga frá, hvussu tað fór fram. Hvat lærusveinarnir hugsaðu, og hvat Jesus segði. »They were all gathered on a mountain top. Far, far away. There were mixed feelings inside of them. What will he do? (...) The faith is born from what is heard. How can they hear if no one is there to tell them? Go to the world and tell them of me. Go to the world, I will be with you«
Meðan lagið koyrir uppá sítt allarbesta, kemur upplestur av brotinum í Bíbliuni, har hendan søgan stendur skrivað, og brýtur tað feita við sanginum niður aftur. Teksturin er frammanundan komin ígjøgnum til áhoyraran. Bjartur hevur greitt frá hendingini út frá egnum sjónarhornið, og tað er nokk í sær sjálvum. Eg haldi, at tað er at smyrja ov tjúkt uppá at sitera søguna beinleiðis úr Bíblinui, tá tað longu er sagt við Bjartasa egnu, væl valdu orðum. Serliga um tú ynskir at appelera til fólk uttanfyri samkomuhøpið. Men kanska skal fløgan ikki tað.
Tá næsta stigið kemur
Nøkur løg eru øgiliga haltandi, og so er okkurt lag so feitt, at eg blívi í góðum lag av tí. Harafturat eru nøkur løg væl miksað, meðan onnur eru minni væl miksað. Tað er eingin ivi í, at góð framleiðsla hevur bjargað fløguni í rættiliga avgerandi mun. Men alt í alt gevur hetta ov ógvusligar mótpólar. Hesir mótpólarnir elva til frustratión, ið ger, at ein missir áhugan fyri fløguni. Eg tími ikki at lurta eftir nøkrum fleiri ferðir, ið ikki er nøktandi, men heldur irriterar meg, tí tað kundi verið so nógv betri.
Tá alt tað er sagt, má eisini sigast, at hetta er ein debutfløga. Og eg veit, at allir limirnir í Proclaim longu eru farnir víðari at arbeiða, uttanlands í skúla osfr. Hetta er bert eitt stig á leiðini hjá nøkrum framúr góðum tónlistarmonnum. Men eg veit ikki, um eg skal gleða meg til tað næsta, ið teir fara at gera í tónleikinum. Eg veit ikki, hvat eg skal vænta, sjálvt um hetta bara er ein byrjan. Eg haldi ikki, at eg fari at gera nakra niðurstøðu hesum viðvíkjandi, vil ei heldur vóna nakað. Fari heldur at lata tað liggja, og lata tíðina vísa, hvat fer at henda. So eru eingir forvæntningar, men so tekur ein tað bara, sum tað er, tá tað næsta kemur.