­Takksom fyri alt

Á føðingardeildini á Landssjúkrahúsinum situr ein vælnøgd og takksom mamma, sum hevur havt sína gongd á Landssjúkrahúsinum í fleiri mánaðir. Sonurin Aleks var føddur tríggjar mánaðir ov tíðliga á Ríkishospitalinum, men senni vóru mamma og sonur flutt heimaftur í Herkules flogfari, og hava verið á Landssjúkrahúsinum síðani. Vónandi sleppa tey bæði heim um árslok

Nú jólini stunda til, hugsa nógv um árið ið fór. Hjá summum hilnaðist árið betur enn hjá øðrum.

Ein teirra, sum er væl nøgd og takksom fyri árið ið fór, er Gudný Samuelsen, og eisini maðurin Birgir og tvey børn teirra, sum eru sjey og níggju ára gomul.


Vigaði 850 gram

Í augsut mánað í fjør skuldi Gudný eiga sítt triðja barn, men av tí at hon fekk fostureitran tríggjar mánaðir áðrenn hon skuldi eiga, noyddist hon til Danmarkar á Ríkishospitalið, har hon átti sonin Alex, sum nú er sjey mánaðir gamal.

Av tí at hon átti so tíðliga, Aleks vigaði bert 820 gram, vóru lunguni ikki nóg búgvin.

Aleks fær tí eyka ilt tilførda. Hann trívist kortini væl, men hann og mamman noyðast at vera á føðingardeildini, til tað ikki longur er neyðugt við viðgerð. Vónandi sleppe mamma og sonur heim um árslok.

Foreldrini hjá Aleks, Gudný og Birgir eru takksom fyri alla ta hjálp, sum tey hava fingið í sambandi við barnsburðin og seinni viðgerð av lítla Aleks. Tað vilja tey fegin vísa, við at senda læknum, starvsfólkum o.ø., sum hava verið um tey, eina heilsan.


Ferðast aftur og fram hvønn dag

-Tað hevur verið ein strævin, men eisini hugagóð tíð, sigur Gudný. Hon ferðast millum Landssjúkrahúsið og heimið í Saltangará hvønn dag.

Mamman er hjá Aleks á Landssjúkrahúsinum um dagin, men tá hann fer at sova á kvøldi, fer hon heim til familjuna íSaltangará.

Birgir er sjómaður, men hevur fingið barsilsfarloyvi at vera um tey bæðu stóru børnini, meðan mamman og Aleks eru á sjúkrahúsinum.

Gudný sigur, at Aleks trívist væl. Hann vigar 11 pund, og er ein fittur, góðsligur og prátingarsamur drongur, so sum børn í hansara vanliga eru.

Fyrstu tíðina eftir føðingina vóru mamma og sonur á Ríkishospitalinum, men Gudný vildu fegin sleppa heim til Føroya, tá ein tíð var umliðin.

Tað var kortini ikki sum at siga tað, tí lunguni hjá lítla soninum toldu ikki at koma upp í loftløgini, sum flogfør vanliga flúgva.


Í Herkules flogfari

- Á Ríkishospitalinum gjørdu læknar og starvsfólk alt fyri at Gudný og sonurin skuldu sleppa heimaftur.

Avgjørt var at eitt Herkules flogfar skuldu flyta móður og son heim, eftir eini óvanligari farleið.

- Fyri tað fyrsta skuldi verðið vera gott, harnæst var neyðugt at flúgva so lágt, sum til bar. Flogfarið stóð at kalla tilbúgvið í nærum eina viku. Alt gekk væl og vit komu heim í øllum góðum. Teir gjørdu eitt stórt arbeiði, sum vit eru ógvuliga takksom fyri, sigur Gudný Samuelsen.

Hon er eisini sera takksom fyri alla ta hjálp, sum starvsfólk og læknar á føðingardeildini hava veitt teimum.

- Tað er bara ótrúligt so nógv sum starvsfólkini hava um at vera, men kortini hava tey øll verið sera lagalig og blíð móti okkum. Tað hevur ongantíð staðið á at fáa hjálp, og tey hava gjørt alt, tey eru ment, fyri okkum.

- Tað eiga starvsfólk og læknar á Landssjúkrahúsinum stóra tøkk uppiborið fyri, sigur Gydný Samuelsen, sum hevur góðar stundir at hugsa um, hvussu nógv familjan hevur at fegnast um, nú Aleks er vorðin sjey mánaðir, og tey vónandi skjótt sleppa heim.