Heimasíðan hjá Molde FK hevur eina stutta samrøðu við Sonna Ragnar í samband við skifti hansara til norska felagið.
Í samrøðuni, sum er á enskum, sigur føroyski landsliðsverjuspælarin, at hann gleðir seg at møta restina av liðnum og starvsfólkunum, tá nýggja kappingarárið byrjar. Í løtuni eru tey øll í feriu.
Hann sigur, at Molde vísti stóran áhuga fyri honum og so skjótt hann hevði tosað við venjaran, navnframa Ole Gunnar Solskjær, gjørdi hann av at hann ynskti at skifta til Molde FK.
- Tit fáa at síggja, hvat eg dugi, tá eg spæli. Eg eri høgur, havi ein góðan vinstra fót og taklingarnar hjá mær eru pretty awesome, sigur Sonni Ragnar Nattestad.
- Eg vóni at sleppa at spæla so nógv sum møguligt og at mennast bæði á og uttan fyri vøllin, sigur hann í samrøðuni.
Les eisini Solskjær keypti Sonna