Taks avskrivar 100 milliónir

Síðani 2005 hevur landskassin avskrivað 100 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi. Bara í fjør avskrivaði almenni skattainnkrevjarin 31 milliónir krónur av teimum pengum, sum privat skulu krevja inn vegna landskassan

Fyri tveimum vikum síðani kundi Sosialurin avdúka meturlanga listan við privatum fyritøkum, sum síðstu árini hava kravt pengar inn í meirvirðisgjaldi, uttan at bera pengarnar víðari. Sosialurin fekk lutvíst innlit í listan, ítøkiliga í tey feløg, har Taks hevur staðfest tap størri enn 5000 krónur. Hinvegin fingu vit ikki innlit í avskrivingar uppá mvg-skrásettar privatpersónar, tí tað sambært Taks kann skaða persónarnar fíggjarliga framyvir. Listin fevndi um árini frá 2005 til og við 2011. Hann útgreinaði meginpartin av teimum 65 milliónunum, sum landskassin síðstu árini hevur avskrivað í mistum meirvirðisgjaldi.
Somuleiðis roknaði Taks tá við at avskriva 31 milliónir krónur afturat í 2012.
- Pr. 31. desember 2012 hava vit meldað 31 milliónir krónur inn í mvg-krøv í trotabúgv, váttaði Eyðun Mørkøre fyri blaðnum.
Sosialurin hevur nú fingið lutvíst innlit í nýggjastu tølini hjá Taks fyri 2012. Tey útgreina smáar 21 milliónir krónur, sum landskassin hevur avskrivað í mistum meirvirðisgjaldi í 2012. Felags fyri øll tølini hjá Taks er, at tey byggja á mvg-krøv og rentur av krøvunum. Í summum føri eru fíggjarligu viðurskiftini úti í feløgunum somikið illa frágingin, at Taks hevur kent seg noytt at gera eina meting av tí meirvirðisgjaldi, ið feløgini hava kravt inn og tískil áttu at borið víðari.

Tigandi topplisti
Í blaðnum fyri tveimum vikum síðani prentaðu vit allan listan, umframt at tíggju teir størstu mvg-skuldararnir vórðu tiknir fram og lýstir. Síðani hava fleiri á listanum víst sína ónøgd. Summi siga seg ikki kennast við tølini, onnur skýra tølini at vera skeiv. Hesi hava øll fingið í boði at geva blaðnum dokumentatión, ið mótprógvar tølini hjá Taks. Higartil hevur Sosialurin ikki fingið nakra slíka dokumentatión.


FAKTA:
Sambært hesi lóg skal avgjald rindast til landskassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við innflutning úr útlondum.
-Grein-1 í lógini um meirvirðisgjald.


FAKTA:
Frá 2006 til 2011 øktust mvg-eftirstøðurnar úr 70,9 milliónum upp í 119,4 milliónir krónur. Sambært Taks vóru eftirstøðurnar 117 milliónir krónur, tá 2012 varð gjørt upp. Sambært stjóranum á Taks eru tvinnar orsøkir til gongdina síðstu árini:
- Vit hava upplivað verri tíðir í samfelagnum, har fleiri fyritøkur hava havt trupult við at gjalda sínar rokningar. Og á hinum bógnum hevur Taks framt størri eftirlit á hesum øki síðstu árini, serliga innan byggivinnuna, og har eru vit so komin fram á meirvirðisgjald, ið skal gevast upp, sigur Eyðun Mørkøre.