Taks: Eingin niðurstøða í skattamálinum enn

Framvegis bíðar Eik eftir niðurstøðu frá Taks.

Tað var tíðliga í heyst í fjør, at Eik fekk fyribils niðurstøðuna frá Taks sendandi. 

 

Ætlanarskrivið frá skattamyndugleikunum skuldi svarast innan stutta tíð, men Eik fekk longt svarfreistina, so at bankin ikki skuldi svara fyrr enn 1. desember. 

 

Hetta varð síðani gjørt, og Taks boðaði fjølmiðlunum frá í desember, at eingin avgerð fór at koma í 2016. Nú vit skriva 2017 er framvegis eingin avgerð í nánd. 

 

- Hetta er eitt rúgvismikið mál, sum hevur nógv skjøl knýtt at sær, og tí tekur tað tíð hjá okkum at koma í gjøgnum tað, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks. 

 

Hann leggur dent á, at Taks ynskir at avgreiða málið sum skjótast. Men tá ið Taks er komið til eina niðurstøðu, so eru eingi útlit fyri, at miðlarnir og Føroya fólk fáa innlit í, hvat tað endar við. 

 

Heldur ikki Fíggjarligt Støðufesti ella Jørn Astrup Hansen fáa at vita, hvat Taks kemur til, uttan so, at Eik banki ynskir at upplýsa niðurstøðuna. 

 

Miðlahúsið fylgir málinum.