Taks fann 75 milliónir krónur

Í teimum ymisku eftirlitunum kom Taks fram á meira enn 75 mió. kr., sum ikki vóru uppgivnar rætt til skattingar

Taks hevur gjørt upp, hvussu tað hilnaðist at náa ásettu málunum í síðsta Avrikssáttmála, sum var avtalaður við Fíggjarmálaráðið í fjør. Og ikki kann sigast annað enn, at Taks hevur fingið nógv burturúr. Í teimum ymisku eftirlitunum kom Taks fram á meira enn 75 mió. kr., sum ikki vóru uppgivnar rætt til skattingar. Hetta hevur ført til inntøkur hjá Landskassanum á uml. 45,5 mió. kr., sum annars neyvan høvdu komið í kassan.

Størstu upphæddirnar stava frá kapitalvinningi og meirvirðisgjaldi.

Taks gjørdi eitt serligt átak, har kannað varð um kapitalvinningur var uppgivin rætt til skattingar. Hetta hevur verið eitt sera umfatandi eftirlitsarbeiði, sum hevur kravt nógva arbeiðsorku, men Taks má tíverri staðfesta, at hetta átak var neyðugt, tí hetta hevur ført við sær hækkingar í skattskyldugari inntøku á 31 mió. kr.

MVG-deildin og Virkiseftirlitið hjá Taks eru í teirra regluligu eftirlitum komin fram á knappar 27 mió. kr. í MVG, sum skuldu gjaldast afturat. Hetta kemur av, at fyritøkurnar ikki hava latið rættar MVG-uppgerðir til Taks.

- Hetta er ikki nøktandi. Fyri tað fyrsta, so kemur ikki alt í Landskassan, sum tað eigur, men hetta er eisini kappingaravlagandi fyri tær fyritøkur, sum ganga høgt upp í at gjalda tað, tey eiga, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.

Beinleiðis eftirlit hava eisini ført við sær, at tað varð neyðugt hjá Taks at hækka skattskyldugu inntøkuna hjá einstaklingum við 11,5 mió. kr. og hjá fyritøkum við knøppum 5 mió. kr. Havast skal í huga, at tá Taks kannar fyritøkur ella einstaklingar, so verður sum oftast kannað nøkur ár aftur í tíðina, og tískil kann talan verða um stórar upphæddir, um rættingar skulu gerast.

Onnur eftirlit við t.d. rentustuðli, ferðastuðli og oljuavgjaldi hava eisini ført til rættingar, umframt at sektir eru skrivaðar fyri nakrar milliónir.