Mvg
Tað vóru fleiri bilaeigarar, sum raknaðu við, tá Skatta- og avgjaldskærunevndin á heysti 2006 gjørdi úrskurð um, at landið hevði kravt ov nógv í mvg av innfluttum bilum.
Onkrir av bilaánarunum gjørdu eisini av at krevja endurgjald fyri bil, sum varð keyptur í tíðarskeiðnum millum 1. mai 1999 og 28. apríl 2005.
Men hóast Skatta- og avgjaldskærunevndin longu hevði staðfest, at heimildin at krevja umrødda meirvirðisgjaldið inn ikki var til staðar, noktaði Taks at viðgera kravið. Ístaðin varð sagt, at Taks metir avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini sum ivasama, og at stovnurin tí vil bíða, til Føroya Rættur hevur gjørt úrskurð í málinum.
Harraboð til Taks
Borgarin, sum hevði sent kravið inn, vildi tó ikki lata sær lynda hetta svarið, men sendi málið víðari til Skatta- og avgjaldskærunevndina við kravi um, at Taks rindar ov nógv uppkravda meirvirðisgjaldið. Hetta undir tilvísing til málið, sum kærunevndin viðgjørdi á heysti 2006.
Og støðan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini er púrasta greið.
- Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur tikið eina avgerð, og so leingi, sum henda ikki er broytt við dómi, er rættarstøðan, sum nevndin er komin til, galdandi. Taks má fylgja avgerðunum hjá nevndini og kann ikki nokta at viðgera umsóknir vísandi til, at tey eru ósamd við niðurstøðuna og hava lagt málið fyri annan rætt, verður sagt í niðurstøðuna hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.
Nevndin krevur hartil, at Taks tekur málið til veruliga støðutakan, og vísir samstundis á, at Taks ikki kann nokta at viðgera umsókn vísandi til, at annað mál er lagt fyri Føroya Rætt.
Avgerðir hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini eru endaligar innan fyrisitingina.