TAKS fyrireikar seg til vinnuinnrás í Grønlandi

Fleiri føroyskar fyritøkur kanna í hesum døgum møguleikan at bjóða seg fram sum undirveitarar í sambandi við arktiska ævintýrið í Grønlandi. Eydnast føroyskum fyritøkum at gerast undirveitarar í grønlendsku fiskivinnuni ella náms- og oljuvinnuni, verður neyðugt, at TAKS sum skattamyndugleiki veitir holla vegleiðing í skattaviðurskiftunum.

– Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at TAKS er við alt fyri eitt. Fyritøkur, sum hava ætlanir um virksemi í Grønlandi, skulu hava vegleiðing um skattaviðurskifti, og TAKS skal eisini vera við til at tryggja, at skattaavtalan millum Føroyar og Grønland er so góð sum gjørligt, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Í morgin fer eitt ferðalið við sløkum 50 føroyskum vinnulívsfólkum og umboðum fyri almennu Føroyum til Grønlands. TAKS verður umboðað á ferðini.

Talan er um vinnuferð, sum Vinnuhúsið skipar fyri. Endamálið er at kunna seg um vinnumøguleikar hjá føroyskum fyritøkum, nú vinnuliga menningin í Grønlandi tekur dik á seg.

Á ferðini í Grønlandi fer TAKS at hava eina framløgu um skattaviðurskiftini millum Føroyar og Grønland. Eisini skulu umboð fyri TAKS hitta grønlendsku skattamyndugleikarnar.