TAKS letur tríggjar avgreiðslur aftur

Tann 1. mars lata avgreiðslurnar hjá TAKS aftur í Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri aftur.

Tað boðar Taks frá í morgun.

Hóast dyrnar lata aftur í avgreiðslunum, fara starvsfólk og virksemi hjá TAKS í Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri at halda fram.

Seinni í ár letur avgreiðslan hjá Tollbúðini á Eystaru Bryggju í Havn eisini aftur, tá ið hon verður løgd saman og gerst partur av Kundatænastuni á Hálsi í Havn.

TAKS sigur, at tað er neyðugt at dagføra bygnaðin hjá TAKS og hagtøl vísa, at færri og færri viðskiftafólk vitja deildirnar hjá TAKS kring landið.

Øll avgreiðsla verður tí savnað hjá Kundatænastuni á Hálsi í Havn, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Hóast avgreiðslurnar í Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri lata aftur, fer at bera til hjá viðskiftafólki at bíleggja eina tíð, tá ið talan er um fyrispurningar, sum krevja eina gjøllari viðgerð.

Men einfaldari fyrispurningar verða avgreiddir á Kundatænastuni í Havn umvegis telefon ella teldupost.