Kitty May Ellefsen
Nevndarforkvinna í Íverksetarahúsinum
TAKS hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði fyri føroyskar íverksetarar við nýggju heimasíðuni HYPERLINK "http://www.taks.fo" www.taks.fo. Vit í íverksetarahúsinum frøast um heimasíðuna. Við síni vegleiðing til íverksetarar undir breddanum “tá tú stovnar fyritøku – fá eina góða byrjan” hevur TAKS lætt munandi um fyrisitingarligu byrðarnar hjá føroyskum íverksetarum.
Í vinnupolitikkinum frá 2005 og í 2015 skjalinum stendur, “at lættast skal um fyrisitingarligu byrðarnar hjá íverksetarum”. Tænastur, sum hava týdning fyri íverksetan, skulu savnast, og alnetið skal lætta um byrðarnar.
Íverksetarahúsið fegnast um, at TAKS vit nýggju dagsskránni hevur ført okkum eitt fet víðari til ta smidligu almennu fyrisitingina.
Í einum lítlum samfelag, sum okkara hevur tað stóran týdning, at vit nýta okkara tilfeingi rætt. Ístaðin fyri at taka avrit av hugskotum hjá hvørjum øðrum eiga vit at býta uppgávurnar og arbeiða saman. Einans á hendan hátt kunnu vit optimera skattaborgarans pengar.
Flott – TAKS.