TAKS roytir skallutan

Eitt sjey ára gamalt mál um skattasvik móti einum nú 68 ára gomlum manni og dóttir hansara, varð tikið upp til dóms í dag, næstan fýra og eitt hálvt ár eftir, at ákæran varð reist. Einasti møguleiki hjá TAKS at fáa pengarnar er, at tveita mannin á dyr – um hann ikki doyr áðrenn

Klokkan út móti hálvgum tíggju í gjáramorgunin byrjaði eitt mál um skattasvik móti einum 68 ára gomlum manni og dóttir hansara, sum er í 30’unum.

Málið snýr seg um, at ákærdi maðurin í 1999 stovnaði sína egnu fyritøku, sum fekst við at framleiða og umvæla aliringar og líknandi. Maðurin hevði gott skil fyri tølum, men var ein praktiskur maður, sum helt seg langt burturi frá skriving og telduarbeiði.

Hann fekk tí dóttrina at hjálpa til við at skriva rokningar, nakað, sum hon fegin gjørdi fyri at hjálpa pápanum. Men hetta vant alt meiri upp á seg, og áðrenn nakran vardi, sat hon við øllum tí bókhaldsliga, og tað var hon als ikki skikkað til.

Hon tók gamaní FHS fak í bókhaldi um kvøldarnar, men alt hetta gjørdist ov strævið, tí hon hevði fulltíðar arbeiði um dagin og vaskiarbeiði um kvøldarnar, fyri at fáa pengarnar at røkka til. Arbeiðið, hon gjørdi fyri pápan, fekk hon einki oyra fyri, hóast tað tók henni tímar um dagin og vikuskiftini við.

Arbeiðsgongdirnar vóru ongar, og hon fekk bara postin veltandi inn á borðið, einki fantilsi var á skjølunum, skuldi tað vísa seg.

Toll- og Skatt (hereftir TAKS) varð rættiliga tíðliga kunnugt við, at alt ov lítið skil var á biløgunum, og kom inn í sakina í 2001. Maðurin varð gjørdur varðugur við, at skjøl vantaðu, og hesi royndi hann so eftir førimuni at útvega.

Tá alt hetta arbeiðið var gjørt fekk maðurin at vita, at hann stóð og skyldaði 400.000 krónur í skatti og MVG, men tað skuldi hann ikki hugsa um, hevði hann, sambært manninum sjálvum, tá fingið at vita.

 

Gavst

Umleið 2001/2002 førdi enn ein áheitan á pápan frá dóttrini um at fáa professionella hjálp til, at illstøða stóðst teirra millum, og nú hava faðir og dóttir ikki tosað saman í seks ár.

Pápin fekk so aðra hollari bókhaldshjálp, men tað var skjótt at hon sá, at hetta ikki gekk, og tá pápin enn einaferð hevði trupulleikar við TAKS, valdi hann at gevast við fyritøku síni.

TAKS valdi at arbeiða víðari í málinum, og sendi eina grannskoðarafrágreiðing, sum teir høvdu gjørt, til mannin við umbøn um viðmerkingar. Teir frættu tó einki aftur, og sendu tí fyrst eitt ætlanarskriv og tá teir framvegis einki hoyrdu aftur, eitt broytingarskriv. Hetta var fyri árið 1999, og sama søgan endurtók seg í 2000, uttan at TAKS tó fyrst sendi eina grannskoðarafrágreiðing.

Seinni gjørdu teir tað sama fyri 2001, men hin ákærdi helt upp á, at hann einki av hesum brøvunum frá TAKS hevði sæð.

Eftir at alt óskilið aftur kom fyri í 2001, valdi maðurin at gevast við virksemi sínum, seldi allar ognir og slapp nøkulunda snikkaleysur burtur úr tí, tó við einum bankaláni upp á nú góðar 200.000 krónur.

Hann fekk um sama mundið ringa heilsu og ferðaist inn og út av sjúkrahúsinum.

Men TAKS helt fram við málinum, og teir roknaðu seg fram til eina samlaða skuld hjá manninum – skattur og MVG – upp á umleið eina millión krónur.

 

Bert ráð til rentur

Í juli mánaði 2004 varð maðurin so stevndur og ákærdur fyri skattasvik. Men ikki fyrr enn í gjár var málið fyri í rættinum, og verður nú tikið upp til dóms.

Av tí at skattavaldið ikki kendi leiklutin hjá dóttrini, valdu teir at stevna henni eisini, og hon var eisini fyrra vitnið í málinum. Har greiddi hon frá sínum leikluti í málinum, sum í stuttum snúði seg um at skráseta tey skjøl, sum pápin tveitti henni á borðið.

Hon kendi einki til nøkur onnur skjøl enn tey, hon fekk frá pápanum.

Tað vísti seg, at tað ofta kom fyri, at flytingar, sum skattavaldið tulkaði sum lønir, vórðu fluttar sum rokningar. Men hetta vóru boð, sum pápin gav, til tíðir sum tímar, til aðrar tíðir sum upphæddir.

Frágreiðingin hjá dóttrini mest sum sannførdi ákæran um, at hon ikki var partur í málinum, og nýtti tí lítla tíð upp á hana í proceduruni annað enn at gera vart við, at tað helst verður trupult at prógva nakað ímóti henni. Og sjálvt um dómurin formelt ikki fellur fyrr enn seinni, kundi dómarin fortelja ákærdu dóttrini, at hann fór at frídøma hana í málinum.

Hjá manninum er støðan stutt og greitt tann, at verður hann dømdur at tapa skattamálið og stendur hann at skylda eina millión soleiðis, sum skattavaldið hevur roknað seg fram til – og – verður maðurin dømdur eina millión í bót aftrat, so hevur hann ongan livandi tjans at gjalda alt hetta aftur.

Fíggjarliga støðan hjá manninum er soleiðis, at hann bert hevur ráð at rinda renturnar av tí láninum, sum hongur eftir frá viskirtíðini, upp á góðar 200.000 krónur. Tískil er einasta, sum TAKS kann dúva upp á, at seta mannin á gøtuna og selja húsini.

Dómurin í málinum fellur um eina viku.