Eystari landsrættur boðaði í morgun frá, at hann gevur TAKS viðhald í spurninginum um heimildina at krevja inn MVG av skrásetingargjaldinum. Punktum er nú fyribils sett fyri ósemjuni millum TAKS og hundratal av bilaeigarum.
Ivi varð sáddur um heimildina hjá TAKS at krevja inn MVG av skrásetingargjaldinum av nýggjum bilum, og Føroya Rættur sta?festi, at henda heimild ikki var til sta?ar. Nú hevur Eystari Landsrættur tó staðfest, at heimildin kortini var til staðar.
Av tí at allir teir føroysku dómararnir vóru ógegnigir í málinum, kom ein fyrrverandi dómari við Føroya Rætt upp til Føroya at verða dómari í málinum.
Klokkan 9 í morgun kungjørdi hann so avgerð sína, sum altso gevur TAKS viðhald í málinum.
Enn er ikki greitt, um Bjørn á Heygum og hinir bilaeigararnir fara at skjóta málið inn fyri Hægstarætt.