Talan er um finnhval

Deyði hvalurin, sum rak inn á Kirkjubø í morgun, er allarhelst ein finnhvalur, sigur Náttúrugripasavnið.

 

Ólavur Frederiksen, myndamaður, hevur verið og avmynda hvalin, sum liggur í fjøruni í Kirkjubø.

 

Sambært Vágaportalinum, sum hevur tosað við Náttúrugripasavnið, er tað tungan, sum bólgnar upp.

 

Hvalurin er eini 20 til 25 metrar langur og er deyður. Annars er hann í góðum standi og bæði bóksl og sveivur eru í góðum standi.