FORMULA DEILDIN
17. UMFAR
Landskappingin er farin í summarfrí. 17 av 27 umførum eru fingin frá hondini. Nú eru tíggju umfør eftir at finna fram til, hvør skal verða meistari í 2006. Støðutalvan vísir, at tað er lagt upp til langan og ógvuliga spennandi endaspurt.
EB/Streymur er oddalið og favorittur at vinna FM fyri fyrstu ferð nakrantíð. Men tað er so mikið stutt aftur til tey næstu á talvuni, at tað væl ber til at ímynda sær møguleikan, at GÍ, sum er á sætta plássi, kann standa við gullkrónunum, tá ið lok fer at verða lagt á kappingina í oktober.
Eingin orsøk er til annað enn at fegnast um nýggju kappingina, sum fyrstu ferð varð roynd í fjør, og sum aftur í ár hevur hilnast væl. Tá ið tað varð tosað um at leingja landskappingina úr 18 og upp í 27 umfør, varð møguleikin nevndur, at kappingin fór at gerast keðilig, tá ið eitt lið fór at stinga av og meistaraheitið harvið fór at verða plaserað langt áðrenn seinastu umførini, sum sambært skránni skulu spælast, tá ið tað er komið langt út á heystið.
Í fjør var spenningur í inntil síðsta bríksl í síðsta umfarinum, og tað er góður møguleiki fyri, at spenningurin eisini í ár fer at verða varðveittur út í myrku tíðina. Stóri spurningurin er, hvussu tað fer at hilnast hjá EB/Streymi í heyst, og hvussu støðan í veruleikanum er, nú 17 umfør sambært skránni eiga at verða avgreidd.
EB/Streymur, NSÍ, B36 og ÍF hava bara spælt sekstan dystir, og tað tykist greitt, at uppgerðirnar, sum ikki eru avgreiddar, ikki fara at verða fingnar frá hondini fyrrenn eftir Ólavsøku. Uppgerðin í 16. umfari millum B36 og NSÍ er útsett frá 9. juli og til 23. august. Illveðurs avlýsta oyggjauppgerðin á Mølini í síðstu viku millum EB/Strreym og ÍF er ikki á ásett enn. Men tað skilst á lagnum, at hon verður ikki á skránni fyrrenn eftir Ólavsøku.
Illveður og aðrar orsøkir, sum eingin er harri yvir, kunnu sjálvandi bera við sær, at tað verður neyðugt at útseta. Annars er tað óskikkur at útseta. Meginreglan má vera, at tá ið tað ikki ber til at spæla ásetta leikdagin, so skal strembast eftir at framskunda dystirnar. Tað er forargiligt, at tað ikki ber til á støðutalvuni at staðfesta, hvussu tað nú er statt í toppinum, og hvussu tað er statt í botninum.
Talvan sigur, at EB/Streymur er fimm stig undan teimum næstu. Tað kann tó væl fara at vísa seg, at munurin er uppaftur størri enn so. Tað verður hann, um EB/Streymur eina ferð í august fer at vinna útsetta heimadystin móti ÍF, og um eingin vinnari verður, tá ið B36 og NSÍ 23. august fara at spæla í Gundadali.
Tað kann eisini fara at vísa seg, at munurin verður minni enn fimm stig. Tað verður hann, um EB/Streymur móti tí sum roknast kann við fer at fáa minni burtur úr heimadystinum móti ÍF, enn annaðhvørt B36 ella NSÍ fer at fáa burtur úr uppgerðini í Gundadali.
Hetta kann bara gitast um, nú kappingin er farin í summarfrí, og tað argar.
At kappingin er long ber við sær, at tað fer illa at bera til at útseta fleiri ferðir afturat. Í vikuskiftinum boðaði FSF frá, hvussu teir ætla, at endi skal fáast á steypakappingini. Harafturat er fyrsta umfarið í landskappingini eftir summarfrítíðina flutt frá vikuskiftinum og til týskvøld. Tá ið tað verður komið eitt sindur út á heysti, vera EM undankappingardystir á skránni summar vikur. Fleiri mikukvøld eru avløgd til steypadystir. Harvið er ikki pláss fyri øðrum dystum mitt í viku, fyrenn tað er komið væl út á heystið.
Tað er einki annað at gera enn at vóna, at ætlanirnar, sum nú eru lagdar, fara at halda. Um tær ikki gera tað, fer tað at kennast sum um, at tað ikki er pláss fyri landskappingini. Tað hevði verið meiri enn spell, tí royndin við longdu kappingini í fjør og higartil í ár sigur, at talan er um plettskot, um enn støðan og ætlanirnar í løtuni kennast at vera ov óruddulig.