Átalan sum hvarv!


 

Óli Jacobsen


Løgtingsins umboðsmaður hevur sum kunnugt ongar heimildir. Hann kann taka støðu til eina málsviðgerð og so at geva viðkomandi, sum hevur ábyrgdina, eina átalu, um hann ikki heldur at rætt er farið fram. Tí er tað ein avgjørd fortreyt fyri skipanina við umboðsmanni, at eitt tilmæli ella ein átala frá honum verður tikin til eftirtektar. Á henda hátt kann skapast ein siðvenja sum so við ov við skal gera almennu umsitingina verda hjá borgarum at hava álit á. Tað er júst soleiðis skipanin virkar í Danmark og øðrum londum. Danski umboðsmaðurin fortaldi á einum fundi í vár, at tað kom neyvan fyri, at hansara tilmæli ikki vóru tikin til eftirtektar, og tískil virkar skipanin har ætlan.


Skipanin virkar fyri Jan Christiansen....

Tí er tað sera umráðandi, hvussu tær fyrstu niðurstøðurnar hjá umboðsmanninum verða móttiknar, tí hetta vil leggja støðið framyvir, og vil tískil vera avgerandi fyri virðið av stovninum.

Higartil eru komnar tvær niðurstøður við átalum. Onnur var innan kommunala økið, og hin innan almennan stovn, sum í hesum førinum var viðvíkjandi almennu fjølmiðlarnar. Her er tað serstakliga týdningarmikið, at borgarin kann vita sær, at hann veruliga kann hava álit á hesum stovnum og teirra tíðindatænastu.

Átalan á kommunala økinum hevur virkað eftir ætlan. Hon var tikin upp av fjølmiðlum. Borgmeistarin tók átaluna til eftirtektar og lovaði at taka neyðug stig at fáa átalaðu viðurskiftini í rættlag. Tískil er vón um eina betri skipan framyvir á hesum økinum, so tað kanska enntá kann sleppast undan fleiri átalum.


...men ikki fyri Jógvan Jespersen.

Jógvan Jespersen, útvarps- og tá settur sjónvarpsstjóri, fekk eisini eina átalu. Hann hevði avvíst eini kæru um ein ávísan tíðindaflutning, men hann hevði ikki fylgt fyrisitingarlógina um, at ein slík avvísing skal grundgevast.

Men henda átalan hevur fingið minst møguliga umrøðu, eisini av teimum stovnum sum átalan viðvíkir. Sjónvarpið hevur als ikki nevnt málið. Útvarpið hevur havt ein stuttan samandrátt av tí. Men her er gjørt minst møguligt burturúr. Málið hevur bert verið nevnt eina ferð, har nógv mál av minni týdningi kunnu verða endurtikin í tíðindasending eftir sending upp til 3 ferðir sama dag. Málið varð ikki av útvarpinum mett at hava slíkan týdning, at tað fekk eina yvirskrivt. Tískil hava tíðindi um eina átalu til útvarpsstjórin frá umboðsmanninum ikki verið mett at hava størri tíðindavirði enn dagsins toskaprísur av Toftum.


Viðmerking frá kærara útihýst.

Afturat hesum kann nevnast, at ein viðmerking frá kæraran, sum varð send útvarpinum aftaná nevndu tíðindi, als ikki var tikin upp, hóast gudarnir skulu vita, at tað annars ikki finst mark fyri, hvat útvarpið tekur upp av innsendum tilfari. Men ein viðmerking hjá einum borgara, sum ikki hevði fingið lógásettar sømdir frá stjóranum í úvarpinum, hevur ikki tíðindavirði. Tá er munur á umrøðuna av 50 ára føðingardegnum hjá formanninum í Pedagogfelagnum!


Men hvat sigur Jógvan Jespersen?

Men tann avgerandi spurningurin í hesum máli er: Hvat sigur Jógvan Jespersen? Í hesum førum er í hvussu er ikki talan um ein ?kverulant?, men um hægsta myndugleika á økinum, sum er settur av sjálvum Føroya Løgtingi at hava eftirlit við m.ø, honum, sum hevur sett fingurin á hansara embætisførslu. Tí hevur tað serligan týdning at vita, um Jógvan tekur átaluna til eftirtektar. Og um hann vil taka stig til, at umrødda kæra verður avgreidd samb. galdandi lóggávu. Ella um hann vil taka stig til at fáa meira skipaði viðurskifti á hesum øki framyvir?

At fáa hesar spurningar svaraðar er avgerandi fyri, um virksemið hjá umboðsmanninum yvirhøvur skal hava nakra meining. Ikki minst tá hetta er fyrsta mál hjá almennum stovni vil reaktiónin geva eina ábending um, hvussu aðrir almennir stovnar fara at fyrihalda seg til líknandi mál.

Men Jógvan hevur valt at tiga! Hóast tað skuldi verið sera nærliggjandi hjá útvarpinum at fingið eina viðmerking frá sínum egnum stjóra til eina slíka átalu, so hevur ikki verið kvett í tvey. Og tað er heldur ikki á annan hátt komin minsta ábending um, at stjórin tekur átaluna til eftirtektar. Er tað nakað, so er tað øvugt. Tað sum ræður um er at fáa málið aftur við borðinum so friðarliga sum til ber!


Tíðindafólk hava altíð rætt!

Hetta er eisini í samsvar við tann holdning, sum Jógvan áður hevur víst, tá hann hevur havt høvi til tess. Útvarpið hevur sum útgangsstøði altíð rætt. Og tí mugu tey, sum hava eina aðra hugsan, hava órætt. Og hetta kann sjálvt løgtingsins umboðsmaður ikki broyta uppá. Tískil er heilt greitt, at Jógvan hevur als ikki áhuga fyri nøkrari sum helst viðgerð av tíðindtænastuna hjá útvarpinum, hóast eitt slíkt kjak skuldi verið náttúrligt í einum sokallaðum fólkaræðisligum samfelag. Og júst hetta málið er eitt gott dømi av mongum um, at ein slík viðgerð hevði verið tiltrongd.

Tað sama er galdandi fyri hinar fjølmiðlarnar, sum heldur ikki hava nevnt hetta mál. »Dimmalætting« gav átaluni til býráðið eina gjølla viðgerð og hevur tískil medvirkað til, at henda átalan kemur at virka eftir ætlan á tí økinum. Men í hesum málinum man »skeggið vera ov nær høkuni«! Hetta vísir hvussu óheftir teir »óheftu« fjølmiðlarnir eru av hvørjum øðrum!


Serføroysk skipan.

Hetta málið gevur einsamalt eina góða mynd av føroysku tíðindatænastuni. Og tað váttar allan tann iva, sum borgararnir kunnu hava um dygdina av teimum tíðindum, teir fáa servera dag um dag.

Málið lýsir eisini føroysku politisku/umsitingarligu skipanina. Uttan mun til um ein borgari hevur rætt ella órætt, og uttan mun til um ein lóg sigur eitt ella tað mótsatta, so verður úrslitið fullkomiliga tað sama!

Og tað sama er tískil eisini galdandi uttan mun til hvat Løgtingsins Umboðsmaður sigur.


Dok.


Hvussu gjøgnumførdur sensururin í útvarpinum er, fekst eitt gott dømi um tann morgunin, tá FF-blaðið var komið út og morgunsendingin greiddi frá bløðunum. Útvarpsmaðurin las upp tekstin um átaluna hjá umboðsmanninum niður til seinastu reglu, tað sum stóð við feitum:

Átalan skal tigast í hel.


Hetta sum var ein týðandi partur av lýsingini av málinum, var als ikki lisið upp, hóast upplestur av hesum 5 orðunum hevði tikið eini 2 sekund. Men hetta hóskandi nevniliga ikki við taktikkin hjá útvarpinum í hesum máli, nevniliga at ákæran skuldi tigast í hel!

Júst hetta sigur meira enn fleri greinir.