Ímeðan danski búskaparmálaráðharrin, Lene Espersen, nú er farin undir samráðingar við donsku flokkarnar um sonevnda bankapakka II, frætta politisku flokkarnir her heima hvørki orð ella eið.
Løgmaður segði í nýggjársrøðuni: “Málið er, at peningastovnarnir eisini fáa møguleika at gerast partur av næsta bankapakkanum, har umhugsað verður at seta 100 milliardir í fíggjarkervið, fyri at fáa gongd aftur á búskapin”.
Hvat er tað, sum verður gjørt frá føroyskari síðu? Er uppskriftin fyri at fáa føroyska búskapin í gongd veruliga hin sama, sum fyri danska búskapin??
Løgmaður tosar sum um Føroyar eru fult integreraður partur av danska búskapinum. Hetta er vandamikil tankagongd, tí føroyski búskapurin er munandi øðrvísi samansettur enn tann danski. Føroysku bankarnir eru fáir í tali og treytir, ið fara at verða settar bankunum, hava ikki somu ávirkan á føroyska bankakervið og harvið okkara vinnulív, sum á tað danska.
Er tað klókt?
Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mugu greiða Løgtinginum og Føroya fólki frá, um og hví tað er skilagott at gerast partur av tí næsta danska bankapakkanum.
- Á hvønn hátt verður tikið atlit til føroyska bankakervið og føroyska búskapin?
- Á hvønn hátt fer danski bankapakkin at tryggja føroyskum fyritøkum atgongd til kapital?
Hetta seinasta má vera aðalendamálið við einum trygdarnetið undir føroysku vinnuni. Okkum tørvar ikki eina skipan, sum bara bjálvar bankarnar, men eina, sum veruliga tryggjar væl riknum fyritøkum atgongd til neyðugan kapital, so hesar ikki noyðast at niðurlaga sítt virksemi ella í ringasta føri fara á húsagang.
Kann tað hugsast, at tað er betri at tryggja okkara fyritøkum atgongd til kapital á ein heilt annan hátt – til dømis gjøgnum eina føroyska skipan fyri útflutningskapitali?
Manglandi ávirkan og opinleiki
Landsstýrið var ikki partur av fyrireikandi arbeiðinum við fyrra bankapakkanum (hóast løgmaður pástóð tað øvugta). Er veruleikin – enn einaferð – at landsstýrið als ikki eru við í fyrireikandi arbeiðinum, og harvið kann tryggja, at skipanin kann brúkast hjá okkum?
Í desember skrivaði løgmaður til danska statsministaran: “landsstyret er nu gennem pressen blevet opmærksom på, at den danske regering er i færd med at forberede endnu en bankpakke, der skal komme de mere veldrevne banker til undsætning”.
Orðini siga søguna um eitt landsstýri, sum ikki fær heilt grundleggjandi kunning frá dønum, men kortini tykist leggja okkara búskapar- og vinnupolitisku framtíð í teirra hendur!
Politisk viðgerð bráðneyðug
Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur biðið um at sleppa til samráðingar við danska búskaparmálaráðharran um bankapakkan. Men úr landsstýrinum er framvegis sigandi tøgn. Málið varð, sambært heimasíðu løgmans, ikki viðgjørt á fyrsta landsstýrisfundin í ár. Málið stendur ikki á skrá fyri komandi løgtingsfundirnar. So vit noyðast øll at fylgja við í donsku pressuni fyri at finna útav, hvussu leikur fer við bankapakkanum.
At tryggja, at vinnuhjólini ikki steðga upp, er týdningarmesta politiska avbjóðingin í løtuni. Vit tosa um okkara búskaparligu framtíð. Fari tí inniliga at heita á løgmann um at taka stig til eina breiða politiska viðgerð av málinum sum skjótast.