Forsømdir pensjónistar
- Tað líkist ongum, at nógv pensjónistafelag aftur í ár skulu vera við sviðusoð.
Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.
Nú hevur Almannastovan aftur býtt pening út til tey ymsu dagtilhaldini kring landið.
Men nógv av pensjónista-tilhaldunum fáa ikki eitt oyra av hesi játtan.
- Almannastovan hevur gjørt av bara at lata teimum gomlu tilhaldunum játtan. Men eg haldi, at tað er átaluvert, at ikki øll tilhaldini fáa burturav, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at tað er sjálvsagt, at játtanin verður býtt sundur ímillum tey tilhaldini, sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðul.
- Ein stórur trupulleiki er, at nógv pensjónistafeløg vita ikki av, at tey hava rætt til stuðul, tí kunningin er ikki nóg góð.
Á tingfundi seinnapartin í dag, ætlaði Kári P. Højgaard tískil at spyrja landsstýrismannin í Almannamálum, Hans Paula Strøm, um hesi viðurskifti.
Hann vil tískil hava landsstýrismannin at útgreina, hvussu nógvar umsóknir vóru um stuðul til dagtilhald hjá pensjónistafeløgunum.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvar av hesum umsóknum vórðu játtaðar, og hvussu nógvar umsóknir vórðu afturvístar.
Somuleiðis vil hann hava at vita, um umsóknir eru afturvístar, hóast tær annars lúka treytirnar fyri at fáa stuðul og at enda vil hann hava at vita, hvør hevur tikið avgerðina um, hvør skuldi fáa stuðul og hvør skuldi ikki fáa og, hvørjum grundarlagið, avgerðirnar eru tiknar á.
Stórt gleði og gagn
Løgtingsmaðurin vísir á, at dagtilhaldini eru ein tann týdningarmesti parturin av játtanini til umsorganararbeiði.
- Tað eru nógvir pensjónistar í landinum, sum hava stóra gleði og gagn av teimum tilhaldum sum eru.
- Hesi tilhaldini eru við til at hjálpa nógvum pensjónistum til eitt sjálvbjargið gerandislív. Tey koma saman at njóta felagskapin, ymisk tiltøk, bingo, fimleik, binda, seyma, umframt annað handverk.
Kári P. Højgaard vísir á, at talið á dagtilhaldum veksur alsamt og helst eru nógvir raskir og frískir pensjónistar, sum kundu hugsa sær at farið undir líknandi virksemi umsastaðni í landinum.
Hann ivast ikki í, at tey sum í ár hava søkt, og fingið noktandi svar, eru uttan iva sera vónsvikin.
Hann vísir eisini á, at tey sum standa fyri hesum tilhaldum, ofra stóran part av tíðini til sjálvboðið arbeiði fyri onga løn, samstundis sum summi pensjónistafeløg, standa í stórari húsaskuld.
- Hjá hesum feløgum fer næstan øll orkan til at skipa fyri tiltøkum ið geva pening, so tey kunnu klára rentur, avdrátt og rakstur og tað kann ikki verða meiningin, heldur Kári P. Højgaard.
Sí meiri á síðu 8.