Talar fyri teprum sigri

Tað koma neyvan nógv mál á Tórsvølli í kvøld, har Føroyar eru favorittar at vinna.

Føroyar eru geiðir favorittar at vinna HM-undankappingardystin ímóti Andorra á Tórsvølli í dag. Tað eru tær 49 veddingarfyritøkurnar, sum bjóða odds upp á dystin, á einum máli um.


Miðaloddsið upp á føroyskan sigur í dag er 1,42. Tað merkir, at Føroyar – sambært veddingarfyritøkunum – hava áleið 70% møguleika fyri at vinna dystin.


Hægstu oddsini upp á føroyskan sigur í kvøld hava Interwetten og Sportingbet. Tær báðar veddingarfyritøkurnar bjóða odds 1,50 upp á at Føroyar vinna dystin.


Sannlíkindini fyri javnleiki eru mett at vera góð 20%, meðan Andorra einans hevur 11% møguleika fyri at vinna dystin. Hægsta oddsið upp á Andorra er 11, og tað fæst hjá Bet365.


Tað koma neyvan nógv mál í dystinum í kvøld. Veddingarfyritøkurnar halda, at tað er 60% møguleiki fyri at tað tilsamans koma tvey mál ella færri.


Mest sannlíka úrslitið í kvøld er ein 1-0-sigur til Føroyar. Næstmest sannlíka úrslitið er ein føroyskur 2-0-sigur, meðan tað triðmest sannlíka úrslitið er ein 0-0-javnleikur.