Taleban vápn úr Kina

Bretska stjórnin hevur sent kinesisku myndugleikunum eitt mótmæli, eftir at tað er vorðið staðfest, at Taleban í Afghanistan hevur kinesisk vápn. Bretska stjórnin sigur, at tey kinesisku vápnini verða millum annað brúkt til at skjóta bretskar hermenn, og tað kann Bretland ikki góðtaka. Bretar gera tó vart við, at Taleban hevur eisini amerikonsk vápn, sum rørslan helst hevur fingið úr Irak.