Við støði í lógum og reglum um
roknskaparstýring varð ein refusiónsskipan gjørd, sum í stuttum gekk út uppá, at útreiðslurnar,
sum landskassin og statskassin sambært lógum vóru felags um at gjalda eftir ávísum býtispro-
sentum, vórðu goldnar úr landskassanum. Fyri at hetta ikki skuldi darva landskassans gjaldføri,
hevði gjaldstovan heimild skrivliga at heita á ríkisumboðsmannin at flyta gjaldstovuni a conto
upphædd ríkiskassans vegna, so hvørt tað var neyðugt. Hetta hendi vanliga eina ella tvær ferðir
um mánaðin. Tá ið fíggjarárið so var liðugt og allar neyðugar bókingar gjørdar, gjørdi gjaldstovan
endaliga refusiónsuppgerð fyri árið. Hon varð latin ríkisumboðsmanninum, sum við hesum avroknaði árið endaligt.
Føroya Gjaldstova var danskur stovnur – Oppebørselskontoret, stovnsettur 1. apríl 1939 – sum við lóg gjørdist almennur føroyskur stovnur undir landsstýrinum tann 1. apríl 1949.
Við heimastýrislógini 1.4.48 varð umfatandi arbeiði álagt gjaldstovuni bæði viðvíkjandi landskassanum og statskassanum, og semja var um, at statskassin skuldi endurrinda landskassanum
25% av gjaldstovurakstrinum. Hetta varð gjørt upp eina ferð um árið, men so hvørt sum tann almenna umsitingin varð yvirtikin og kom á føroyskar hendur, lækkaði hetta endurgjaldið til gjaldstovuna fyrst niður á 10%, og tá ið blokkstuðulin kom 1. januar 1988, varð endurgjaldið endaliga avtikið.
Bókhaldsarbeiðið á gjaldstovuni var rættiliga serstakt, m.a. tí stýringin av landskassaroknskapinum og statskassaroknskapinum var ”koblað saman” í einum kassaroknskapi. Umsitingin av statskassaroknskapinum kann sundurliðast soleiðis:
. Daglig bókføring
. Mánaðarrokskapir við øllum relevantum skjølum í serligum konvoluttum, frámerktir
til tey ymisku ministeriini, alt pakkað og merkt til finansministeriið, 2. revisionsdepart.
. A conto gjøld frá ríkisumboðnum.
. Endalig refusiónsuppgerð fyri alt árið.
Hetta arbeiðið gjørdist lættari, so hvørt sum edv-øldin so líðandi kom í landsins umsiting.
Í landskassans ársroknskapum 1949-1987 er tilskilað, hvussu refusiónin frá statskassanum
varð sundurliðað.
Blokkurin
Í 1987 setti landsstýrið eina skjótt arbeiðandi nevnd fyri at skráseta øll øki, sum vórðu
fíggjað av landskassanum og statskassanum í felag, og annað, sum varð goldið av statskassanum uttan um landskassan (ríkishospitalið, sjúkrakassar, andveikravernd, dagstovnar v.m.).
Tað endaliga úrslitið av hesum nevndararbeiði gjørdist støðið undir eini blokkskipan, sum skuldi
avloysa refusiónsskipanina.
Við fólkatingslógum og avtalum millum landsstýrið og ta donsku stjórnina varð ein partur
av refusiónsskipanini broyttur til blokkskipan frá 1. januar 1988 at rokna. Samstundis fór tað
mánaðarliga endurgjaldið frá statskassanum í tvíningar: Refusión (pensiónir v.m.) og
blokkur (restin av refusiónini).
Tað, sum fór í blokkin 1. januar 1988, var:
Almannamál, 117.823.000 krónur
(í 1000 kr.)
Ellis- og røktarheim (rakstur) 28.511 kr.
” (íløgur) 5.144 ”
Peningur til børn og einkjur v.m. 2.016 ”
Heimahjálp 21.037 ”
Skúlin á Trøðni 9.462 ”
Vanlukkutryggingin 619 ”
Ekstern forsorg 398 ”
Avlastingar- og frítíðarheim í Tórshavn 912 ”
Dagstovnar 6.531 ”
Sjúkradagpeningur 4.455 ”
Barnaforsorg, revalidering v.m. 6.231 ”
Institutiónsuppih. hjá føroyingum í Danm.
og ferðaútr. til avvarðandi 12.466 ”
Andveikraforsorg 18.611”
Administratiónsútreiðslur 430 ”
Íløgur til serforsorg 1.000 ”
Heilsumál, 176.695.000 krónur
”Udligningstilskud til Færøernes
hjemmestyre” 27.705”
Tey føroysku sjúkrahúsini 107.913 ”
Íløgur 3.000 ”
Ríkishospitalið 22.011 ”
Kommunulæknar 1.183 ”
Heilsurøkt til barnakonur 269 ”
Heimasjúkrarøkt 3.988 ”
Læknakannan av børnum 349 ”
Skúlalæknar 188 ”
Umfarssjúkur, vaccinatiónir, kynssjúkur 199 ”
Sjúkrakassar 9.890 ”
Skúlamál, 157.225.000 krónur
Fólkaskúlin, rakstur og íløga 81.981”
Frískúlar, rakstur 2.688 ”
Frítíðarundirvísing, rakstur 7.128 ”
Yrkisskúlar, rakstur og íløga 35.691 ”
Læraraskúli, rakstur 8.237 ”
S/U (Statens Uddannelsesstøtte) 21.500 ”
Pensiónir (Finansministeriið) 6.705 ”
Fiskirannsóknarstova 983 ”
Føroya Maskinskúli 2.258 ”
Blokkurin 1. januar 1988 samantaldur 461,689 milliónir.
Tað, sum fór í blokkin 1. juli 1993, var:
Almannamál
Fólka- og avlamispensión upphæddin ?
Serforsorg ” ?
Onnur almenn forsorg ” ?
Við hesum var øll refusiónsskipanin broytt til blokkskipan, og blokkurin var tann 1. januar 1994 komin upp á 826,l mió.
Sambært avtalu í 1987 millum ta donsku stjórnina og landsstýrið skuldi blokkurin regulerast
(prístal v.m.) eina ferð um árið. Í 2001 (áðrenn yvirtøku og niðurfrysting) var blokkurin soleiðis komin upp á 981,9 milliónir.
Yvirtøka
Løgmaður staðfesti ”yvirtøkulógina” tann 8. oktober 2001, og nakrar fáa vikur seinni framdi
landsstýrið yvirtøku av málsøkunum skúlaverkið og almenna forsorg frá 1. januar 2002 at rokna, og samstundis lækkaði tann danska stjórnin blokkin við 366.4 milliónum, sum var statskassans partur av nevndu málsøkjum jbr. sundurliðingina omanfyri.
Niðurfrysting
Samstundis sum nevndu málsøki vórðu yvirtikin, gav landsstýrið donsku stjórnini boð um at steðga reguleringini av restini av blokkinum – 615.5 mió. – sum, næstan allur sum hann er, er statskassans partur av fíggingini av heilsuverkinum og almannaverkinum. Hesi sundurliða seg soleiðis:
Sjúkrahúsini í Føroyum 50%
Ríkishospitalið 100%
Sjúkrakassar v.m. 100% og 50%
Almennar pensiónir 50%
Serforsorg 100%
Niðurfrystingin hevur inniborið, at statskassans partur av útreiðslunum til heilsuverkið og almannaverkið er niðurpíndur nú á sjeynda ári. Hesi almennu øki, sum eru etisk barometur hjá framkomnum londum, fingu við niðurfrystingini ein sera álvarsligan niðurskurð í teirra gjaldføri. Tað er sannlíkt, at konsekvensurin av niðurfrystingini er, at í 2008 er fíggingin til sjúkrahúsverkið og almannaverkið skerd við 75 milliónum.
Í einari grein nú um dagarnar, merkt av stórum álvarsemi, skrivar formaðurin í Læknafelagnum um
sjúkrahúsverkið í andaleypi, og hann vísir á, at ”somu fólk, sum fyri fýra mánaðum síðani ferðaðust
landið á tamb og stóðu á nakkanum hvør á øðrum við fyrigyklanum um, at tey vildu menna og styrkja sjúkrahúsverkið – nú hava lagt fram eina sláturætlan, sum sópar alla menning av borðinum.”
Sama kann sigast um almannaverkið.
Um at lesa lógartekst
Í fólkatingslóg um blokkstuðulin er tilskilað, at ”Færøernes Hjemmestyre kan inden for rammerne
af gældende lovgivning frit disponere over tilskuddet.”
Hetta er ein staðfesting av, at tað danska eftirlitið (grannskoðan) við teimum omanfyri umrøddu útreiðslum, sum statskassin rindar, er fallið burtur, samstundis sum blokkskipanin kom í gildi.
Analogt dømi
Í 1964 stovnaði fólkatingið Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Í árunum 1964-1979 játtaði Fólkatingið grunninum samanlagt 140 milliónir. Í 1977 handaði tann danska stjórnin hátíðarliga landsstýrinum (og gjaldstovuni) øll til grunnin hoyrandi skjøl og tann tøka peningin. Við hesum yvirtók landsstýrið umsitingina av grunninum. Roknskaparliga varð hann lagdur undir Føroya Gjaldstovu, men 15 ár seinni varð hetta arbeiði flutt til landsbankan. Í oktober 1992 gjørdi landsstýrið kunngerð til ta donsku lógina um íleggingargrunnin. Higartil hevði grunnurin einans veitt lán til almennar íløgur og til stovnar og grunnar, men við hesi kunngerð kann grunnurin eisini veita stuðul, eitt nú til útbygging av flogvøllinum vesturi í Vágum.
Tær nevndu 140 milliónirnar, sum ongantíð hava verið niðurfrystar, nærkast so smátt milliardini.
Men søguna hjá evangelistinum Matteus um tær fimm talentirnar, sum øktust til tíggju talentir, gloymdi landsstýrið eftir øllum at døma at hava í huganum, tá ið djúpfrystarin varð settur til 1. januar 2002, og sum varð byrjanin til eina fíggjarliga píning av heilsu- og almannaverkinum.
Bøn
Um nú kravboðini frá teimum, sum ráða fyri borgum í Føroyum, eru ófrávíkilig: Yvirtøka og
niðurfrysting fyri ein og hvønn prís? So mugu vit ímynda okkum eldri og gomul, sjúk, avlamin, evnaveik, psykisk sjúk og menningartarnað í eini eyðmýkjandi, mannminkandi bøn: Tak okkum úr kuldanum. Gev okkum sannleikan. Gev lygn durafjórðingin. Gev okkum næstakærleikans fløva. Gev okkum aftur haldgóða føroyska mentan. Tað biðja vit um.
Tann deflatiónin (niðurfrysting) av landskassans fígging, okkara politikarar framdu í 2002, hevði í framkomnum londum við demokratii og gløggari pressu fingið alarmklokkurnar at ringt viðkomandi politikkarar út í – kuldans myrkur.
Er Visión 2015 annað enn sjónleikur, sum ein annar Gogol (skaldsøgan Deyðar Sálir) ikki hevði skrivað betur?
-----------
Loksins. Ein og hvør yvirtøka ella broyting eigur at verða framd við tí fyri eyga, at broytingin er
ein bati. Er tað hent? Hvat halda føroyingar?
Í 1964, tá Íleggingargrunnurin fyri Føroyar varð settur á stovn, átti Tjóðveldisflokkurin landsstýrismannin við fíggjarmálum. Hesin dugnaligi og visioneri politikkarin var eisini hann, ið legði støði til eykafíggjarlóg, sum Løgtingið ikki hevði frammanundan.
Eg meini tað.