Talentkapping á Fjarðastevnuni

Sum nakað nýtt verður talentkapping á skránni á Fjarðastevnuni um vikuskiftið. Allir føroyingar kenna til kappingarnar sum DR 1 skipa fyri, har millum annað føroyingar hava luttikið. Nú fara skálafólk at taka táttin upp. Kl. 17.00 sunnudagin verður talentkapping í aldrinum 7 ? 16 ár.

 

Tey, sum longu hava meldað seg til fara millum annað at gykla, dansa, gera fimleik, spæla ljóðføri og syngja.

Vinningur í talentkappingini er eitt gávukort á 2500,- kr.

 

Meðan dómararnir gera av hvør skal vinna, fer FAROE5 upp á pallin.

 

Um onkur hevur hug at melda seg til, kunnu tey senda email til [email protected].