- Vit skulu tora at fara eftir teimum bestu leikarunum, og menna hesar, soleiðis at toppurin í føroyskum fótbólti gerst betri.
Tað er greiða støðan hjá Bjarka Mohr ? og eisini øðrum í Fótbóltssambandinum.
Tí hevur FSF sett ein talent-menningarbólk at gera eitt upprit um, hvussu vit á besta hátt kunnu menna teir yngru leikararnar, soleiðis at hesir í enn størri mun verða førir fyri at taka við á A-landsliðnum, tá teirra tíð er komin.
Enn er ikki endaliga greitt, hvussu talentmenningin skal skipast, men væntandi verður tað so, at landið verður skipað í seks øki, har menningardeplar verða skipaðir. Her skulu so bestu leikararnir í ymsu feløgunum hittast til regluligar venjingar, soleiðis at teir á hendan hátt kunnu fáa ein størri intensitet í venjingunum, enn teir annars hava.
Og byrjast skal við heilt ungum leikarum.
- Tað eru ikki teir, sum eru 19-20 ára gamlir, sum vit skulu eftir. Tað eru leikarar niður í 12-14 ár, sum vit veruliga kunnu menna á hendan hátt, men tað fer at krevja eina hugburðsbroyting í feløgunum, so tann spurningurin verður helst gjølla viðgjørdur, áðrenn nøkur endalig stig verða tikin, sigur Bjarki Mohr, sum í sama viðfangi nevnir, at talan møguliga eisini verður um at seta á stovn eitt U-21 landslið. Tann spurningurin hevur eisini verið uppi at vent nakrar ferðir, men higartil hevur fíggjarstøðan í stóran mun forðað fyri hesum.