Talgildir ársroknskapir virka væl

Skipanin við talgildum ársroknskapum hevur virkað væl, sigur Ken Nónklett, deildarleiðari á Skráseting Føroya

Í ár skuldu føroyskar fyritøkur fyri fyrstu ferð lata ársroknskapin inn umvegis internetið.

 

Ken Nónklett, deildarleiðari á Skráseting Føroya, sigur, at hetta hevur gingið heilt væl. Hann metir, at eini 1400 til 1500 roknskapir eru latnir inn rættstundis, tað vil siga eitt lítið sindur fleiri enn í fjør. Onkrir feilir hava tó verið við skipanini, so enn eru allir roknskapirnir ikki rætt skrásettir, sigur hann.

 

- Hetta er jú eitt royndarár, bæði fyri brúkararnar og fyri Skrásetingina, sigur Ken Nónklett. Tað letur vinnan er glað og fegnast um, at hetta er minni formligt enn gamla skipanin.

 

Endamálð við talgildanini er, at skipanin skal gerast høgligari bæði hjá fyritøkunum, Skráseting Føroya og TAKS, sum umsitur Vinnugluggan.

 

Onkrir snøklar hava verið, sigur Ken Nónklett, men sum heild hevur skipanin virka væl. Vit vóna, at næsta ár hava vit rættað hesar barnasjúkurnar og at skipanin fer at virka enn betri, eftir at fólk eisini eru vorðin meiri von við tað.

 

- Vit royndu at kunna væl og virðiliga um hetta áðrenn. Vit sendu tíðindaskriv út til øll feløgini í skránni hjá okkum, umframt til fjølmiðlarnar, eins og vit hava havt eina vegleiðing á heimasíðuni hjá okkum, og hetta tykist at hava virkað væl, sigur Ken Nónklett.