Talgilt gjøgnumbrot fyri føroyskan hondbólt

Hondbóltsambandið hevur nú fingið eina nýggja spennandi skipan, sum ger tað møguligt at skráseta dystarhendingar á einari app.

 

Tað eru teir báðir, Jóannes Huusgaard á Fløtti og Ólavur Kjølbro, sum hava ment nýggju skipanina, sum er ein heildarskipan til Hondbóltssamband Føroya.

 

- Skipanin gevur feløgunum møguleika at handfara sínar leikarar, seta liðið fyri dyst og fáa ein talgildan dómaraseðil eftir dyst.

 

Jóannes Huusgaard á Fløtti eigur og rekur fyritøkuna Fløtti Design, sum forritar heimasíður og ger serloysnir til alnótuna, og Ólavur Kjølbro eigur og rekur fyritøkuna Oakify, ið mennir appir til iOS.

 

Saman hava teir stovnað fyritøkuna OakHouse, sum hevur ment nýggju skipanina hjá HSF, har Jóannes, ið hevur hollan kunnleika um tænastur á netinum, hevur tikið sær av web-partinum, meðan Ólavur, ið hevur serkunnleika innan menning av appum, hevur tikið sær av app-partinum.   

 

- Ólavur og eg kennast frá Hugskotinum, og tí kom hetta samstarvið okkara ímillum í lag. Førleikarnir hjá okkum báðum vóru júst teir røttu til hesa uppgávu, og tað hevur verið sera kveikjandi og gevandi at ment hesa skipan, sum í grundini er ment til hondbólt, men sum eisini kann tillagast til aðrar ítróttargreinar, eitt nú flogbólt, fótbólt og líknandi.

 

Jóannes sigur, at tað áhugaverda við hesi skipanini er eisini, at hon lættliga kann seljast til altjóða marknaðin.

 

Við nýggju skipanini hjá HFS verður í næstum møguligt at síggja allar dómaraseðlar frá komandi hondbóltsdystum á heimasíðuni hjá hondbóltssambandinum.