Talgilt undirvísingartilfar til talgilda veruleikan

Tá Johannes Gutenberg í 15. øld prentaði sína fyrstu bíblu, var hetta eitt risaframbrot fyri modernitetin. Við hesi nýggju tøknini gjørdist møguligt at distribuera vitan bæði skjótari og neyvari enn tað áður hevði verið gjørligt.

Áðrenn tað var neyðugt at distribuera vitan munnliga, t.d. frá prestsins prædikustóli, av tingsins røðarapalli ella millum manna í fólksliga almenninginum. Munnlig informatión hevur fleiri vansar, bædi tað at samsvarið millum sendara og móttakara lættliga verdur avskeplað, men serliga tað, at einans fá kunnu móttaka kunningina samstundis, tí tað er neyðugt at flyta vitanarberan fyri at kunna flyta vitanina. Við bókum og bløðum hevur tað gjøgnum modernitetin verið møguligt at distribuera vitan til alsamt fleiri fólk, ja til heildar tjóðir og nú eisini kring allan heimin.

Prentaðu miðlarnir eru síðani vorðnir yvirhálaðir av aðrari kunningartøkni, millum annað útvarpi og sjónvarpi. Hesi hava víst seg at vera uppaftur meiri effektiv enn prentaða tilfarið, og tað munnu ikki vera nógvir føroyingar nú á døgum, ið ikki hava bæði útvarps- og sjónvarpstól í heimunum. Verri stendur til við distributiónini av prentaða tilfarinum, um sæð verdur burtur frá spamminum, ið hvørja viku verdur blakað í allar postkassar, uttan mun um man hevur bílagt tað ella ei.

Nú á døgum hava fólk eisini tikið teir sonevndu talgildu midlarnar til sín. Vit eru sostatt inni í einari nýggjari kunningarbylgju, ið við tíðini fer at avloysa gomlu kunningartøknina. Hóast eldru ættarliðini í stóran mun eru eftirbátar, so eru teldur og fartelefonir nú vorðin ogn teirra flestu. Ein telda nú á døgum er í grundini ein miðil, har tú bæði kanst móttaka skrivligt tilfar, ljóðtilfar og sjóntilfar – umframt at samskifta við onnur um tilfarið.

Í grundini er als ikki neydugt at hava hvørki sjónvarpstól, útvarpstól, bløð ella bøkur longur. Nú á døgum kann alt hetta tilfarid fáast gjøgnum øll tey ymisku sløgini av telduútgerð, man kann fáa – heilt frá stórum samvirknum talvum til smáar fartelefonir, ið við nýggju tøknini heldur áttu at verið kallaðar lummateldur ella lógvateldur.

Bókin sum symbol og anakronisma
Men enn í dag hava vit bøkur í hópatali. Vit hava bókasøvn, ið eru full av bókum, ið tey fægstu lána. Sjálvur havi eg ein heilan vegg í stovuni við hundraðtals bókum standandi. Summar verða nýttar nógv, men tær flestu hava verið nýttar, men standa nú mest til pynt, í besta føri sum hugnalig minni um farnar tíðir: hugnaligu lestrartíðina ella kanska eina summarferiu við strondina í Suðursælandi. Onkran hvíludag blaði eg kanska í einari bók, ið eg las fyri 10 árum síðani fyri at minna meg á hvat tað var eg las tá.

Bókin er í dag helst líka nógv eitt symbol sum ein distributiónsháttur. Bøkur eru vakrar (tær flestu), og tær rigga væl pakkaðar inn undir jólatrænum. Tað er helst meiri gleði í at lata upp ein pakka við eini nýprentaðari bók enn at pakka upp eina fløgu ella ein usb-penn – ella kanska fáa eina bók sendandi í innboksina saman við einum teldupostkorti við animeraðum kavaflykrum og smílandi reinsdjórum, ið syngja “Merry Christmas!”.

Sjálvandi hava bøkur eina framtíð í ávísan mun, men sum ein effektivur distributiónsháttur eru bøkurnar í dag nærum ein anakronisma. Bøkur vóru einaferð ótrúliga snildar og hentar, men eru í dag sera dýrar og tungar at bera. Í Hoydølum gremja næmingar eg ofta um hesi viðurskifti. Tað er ov dýrt at ogna sær vitan, og um næmingarnir hava ognað sær bøkurnar, eru tær ov tungar at hava í taskuni.


Veruleikin er talgildur

Veruleikin í dag er í stóran mun talgildur. Hesi seinastu áratíggjuni hava vit sæð eina ótrúliga menning av talgildum tilfari. Børn spæla talgild spøl. Foreldur taka talgildar myndir. Tónleikarar gera talgildan tónleik. Búskaparfrøðingar sita við talgildum rokniørkum. Bilførarar koyra eftir talgildum kortum. Næmingar skriva talgildar stílar – ja, tað gjørdi eg longu fyri 20 árum síðani, so hetta er als ikki nakað nýtt!

Vit føroyingar eru dundrandi eftirbátar, tá tað snýr seg um talgilt tilfar. Vit hava í mong ár erpað okkum av at vera eitt bókaelskandi samfelag, ið útgevur relativt nógvar bøkur í mun til onnur lond. Men er hetta veruliga nakað at erpa sær av nú á døgum?

Serliga um vit hyggja eftir undirvísingartilfari, er tørvurin á talgildum tilfari skríggjandi. Tað hava verið nakrar einstakar sólksinssøgur, og ætlanin hevur verið at savna saman talgilt tilfar á undirvísingarportalinum Snar. Men hóast vakrar ætlanir er lítið komið burturúr, tí størsta forlag landsins, Skúlabókagrunnurin, tvíheldur um fyrst og fremst at framleiða pappírstilfar, tí hetta gevur inntøkur, og onkursvegna ímyndar man sær, at man ikki kann krevja pengar fyri talgilt tilfar.

Tað tykist sum tað bæði millum rithøvundar, redaktørar og undirvísarar er ein ávísur ótti fyri hesum nýggja. Og kanska er tað blandað við einum nostalgiskum kærleika til pappírstilfar. Líkamikið um talan er um ótta ella gamalgleði, so er úrslitið, at vit ikki hava førkað okkara undirvísingardiskurs serliga langt inn í talgilda heimin. Og tað er serstakliga spell, tí sum sagt broytist heimurin rundan um okkum, og í dag er veruleikin í stóran mun talgildur.


Landfrøði – eitt dømi um eitt talgilt fak

Eg kann taka dømi frá landfrøði (geografi), ið eg undirvísi í í Hoydølum. Her er av sonnum talan um eitt fak, ið hevur havt ein sera pappírsorienteraðan samleika. Men tíðirnar broytast. Hóast metodurnar inna geovísindaligu fakini søguliga hava verið pappírstengdar, so verður hetta alsamt meiri ein sannleiki við modifikatiónum. Nú á døgum er professionell geovísindi – tað veri seg havfrøði, jarðfrøði, veðurfrøði o.s.fr. – bygd á kunningartøkni. Hetta er púra náttúrligt, tí við kunningartøkni er møguligt at handfara nógv størri mongdir av vitan enn tað ber til við pappíri. Í einari databasu ber til at goyma tilfar, ið annars skuldi fylt heilar bygningar, um tað skuldi verið prentað út og sett á hyllar. Við teimum tøkniligu møguleikum vit hava í dag er tað snøgt sagt møguleiki at handfara nógv meiri vitan á nógv meiri skipaðan hátt enn tað nakrantíð áður hevur verið møguligt.

Men onkursvegna billa fólk sær inn, at innan skúlagátt – bæði í fólkaskúla og í miðnámi – skulu geovísindagreinarnar undirvísast við støði í pappíri. Hetta er eftir mínum tykki fullkomiliga burturvið, og eg skal her nevna tvinnar grundir til hetta:

1) Pappírisorienteringin gevur eina skeiva mynd av fakinum. Bæði næmingar og teirra foreldur fáa eina fatan av, at landfrøði er eitt gamalsligt fak, ið ikki fylgir við tíðini. Hetta er tíverri ofta rætt, tá vit tosa um landfrøðilærarar – bæði í fólkaskúla og á miðnámi – men í veruliga lívinum eru geovísindagreinarnar sera nýskapandi, nyttugar og virðisøkjandi.

2) Tað er býtt ikki at nýta teir tøkniligu hentleikarnar, ið longu nú finnast innan skúlagátt. Nú á døgum eru teldur vanligar í flestu skúlum, og á miðnámi kunnu vit vænta, at flestu næmingar hava farteldur. Umframt hetta hava nógvir skúlar gjørt íløgur í sonevndar samvirknar talvur, ið eru sera hent amboð til at fokusera undirvísingina. Serliga fyri landfrøði eru samvirknu skíggjarnir sjálvsagdir, tí hóast vit eru á veg burtur frá pappírinum, so eru vit meiri grafisk enn nakrantíð áður. Á telduskíggjanum ber til at fáa kort við nógv betri góðsku enn pappírið nakrantíð kann bjóða, og til ber at velja hvørji løg skulu vísast á kortunum, umframt at man kann suma inn og út alt eftir hvussu neyvt kortini skulu vísast – ella um kanska bert ein lítil partur av kortinum skal vísast.


Eina atlasheimasídu heldur enn eitt atlas

Í hesum tíðum verður tosað nógv um at gera eitt nýtt føroyskt heimsatlas, ið skal avloysa tað gamla heimsatlasið frá 1993. Tað er púra rætt, at tørvur er á at endurnýggja tilfarið, fyri at m.a. landfrøðiundirvísingin kann fylgja við. Men eisini her er tað galdandi, at Netið kann bjóða nógv nýggjari, betri og bíligari kort enn eitt atlas kann. Um vit skulu hava eitt atlas, so eru míni ráð, at vit eiga at útgeva eitt nýtt atlas sum eina heimasíðu – t.d. nevnd HYPERLINK "http://www.atlas.fo" www.atlas.fo – har atlasið verður lagt út sum dynamisk, databasutengd kort. Hesi kort kunnu so støðugt verða dagførd, soleiðis at vit altíð hava kort, ið eru tíðarhóskandi.

Hetta krevur sjálvandi orku, tí onkur persónur við neyðugu førleikunum má sita og dagføra gomul kort og evna til nýggj kort. Hetta kostar, men partvíst eigur hetta at fíggjast við teimum pengum, ið verða spardir við ikki at prenta. Um tað vísir seg at vera trupult at fáa endarnar at røkka saman, eigur harumframt serliga at verða lagdur dentur á føroyskt og norðuratlantiskt korttilfar, tí tað er serliga her at vit hava tørv á korttilfari. Korttilfar fyri restina av heiminum kunnu vit finna alla møguliga aðrastaðni. Latum okkum fokusera á tað vit eru best til – og sum vit hava størstan tørv á.

Dømi um føroyskt databasutengd kort kundu verið infrakervismenning, orkuframleiðsla- og distributión, íðnaðarallokering, landbúnaður og markatal, politisk og søgulig kort, býarplanlegging, fólkatøl- og flytingar, havstreymar og streymviðurskifti kring oyggjarnar, aling, fiskiskapur og havleiðir, jarðfrøði og ráevni, dálking og mangt annað. Nógv av hesi vitanini finst longu sum er, men krevur at verða arbeidd inn á ein felag plattform sum t.d. eitt talgilt, føroyskt skúlaatlas – t.d. við støði í kortsíðuni Landnám ella øðrum tænastum, ið longu nú finnast á føroyska marknaðinum.


Talgilt tilfari – bæði bíligari og betri

Skúlabókagrunnurin – ið nú er lagdur undir nýggja stórstovnin “Vitanardepilin” – hevur sum endamál at framleiða undirvísingartilfar. Tað er av sonnum týðandi hjá einum samfelagi at hava ein slíkan stovn, tí annars vóru vit noydd til einans at nýta útlendskt tilfar. Men trupulleikin er sum nevnt, at tað framvegis í so stóran mun eru fysiskar bøkur, ið verða framleiddar.

Hóast vit við Snar hava ein hentan distributiónsportal, so verður hesin ikki nýttur til fulnar. Gaman í liggjan nakrar bøkur teldutøkar á Snar (og á heimasíðuni hjá Skúlabókagrunninum), men hví ikki venda øllum við og siga, at bøkurnar primert verða lagdar á Snar og einans sekundert verða prentaðar fysiskt gjøgnum onkra print-on-demand skipan?

Tað er ein bjarnatænasta fyri føroysku útbúgvingarskipanina, at vit nýta so nógva megi til prentað tilfar. Vit eru av sonnum inni í einum paradoksi, tí hóast vit nýta nógvan pening til at prenta tilfar, so gera vit harvið tilfarið verri. Vit nýta faktiskt pengar til at skapa eina negativa virðisøking!

Tá ein mynd kemur á prent, fara sera nógvar detaljur fyri skeyti, id annars mega liggja í pixlunum í talgildu myndini. Harumframt missir myndin tær databasutengdu upplýsingar, id kunnu liggja í myndum, ið hava fleiri løg – eins og vit sóu í døminum um korttilfar.

Fyri ikki at tala um, at tað er munandi lættari at lesa talgilt tilfar, tí man kann velja at undirstrika ávís orð, man kann gera tekstin størri ella minni, man kann formatera tekstin, men kann kommentera tekstin. Og allar hesar manipulatiónir kann man deila við onnur.

Fáu fyrimunirnir, eg dugi at síggja vid prentaðum tilfari, eru at tad er gott at taka við á strondina ella í baðikarið. Í flestu øðrum førum er talgilda tilfarið munandi hentari, ikki minst nú man bara kann tveita sær telduna í lumman og nýta hana næstan allastaðni.


Tilgongdin má byrja nú

Tey, ið varða av føroyskum undirvísingartilfari mugu endiliga ikki taka hesa tíðargrein sum eitt slag í andlitið. Tit gera eitt framúr arbeiði, men eru tíverri fangað í einari doyggjandi diskurs. Eg vóni, at tit taka rationalini í hesi grein til tykkara í staðin fyri at venda hin kjálkan til, tí í sídsta enda eru vit øll samd um, at tað snýr tað seg um at skapa gott undirvísingartilfar á føroyskum.

Rationalini við at gevast við at prenta tilfar eru fyrst og fremst, at vit spara pengarnar til prenting. Hesir pengar kundu í staðin verda nýttir til at løna teimum, ið skriva og ritsjórna. Umframt hetta er tað nógv lættari at distribuera talgilt tilfar, eins og tað er nógv lættari at handfara bædi hjá næmingum og undirvísarum. At enda er tað ein avgerandi fyrimunur, at talgilda tilfarið kann uppdaterast nær tað skal vera. Í staðin fyri at áratíggjugamlar bøkur liggja úti á bókasøvnum kring landið, kundu uppdateraðar bøkur ligið á t.d. Snar, klárar at taka niður fyri eitt ávíst gjald – ella í summum førum kanska ókeypis.

Sjálvandi mæli eg ikki til eina kollvelting innan føroyska bókaútgávu. Men neyðugt er at bróta burtur úr nýggjum, og tað hevur longu verið neyðugt í nógv ár. Tad eru sjálvandi framvegis fólk, id hava tørv á prentaðum tilfari, og tað eru heldur ikki allar lærugreinar, id eru so KT-tengdar sum t.d. landfrødi. Tad er ikki ein spurningur um antin ella, men um í størri mun at distribuera undirvísingartilfarið í teimum formatum, ið hóska til ta læringina, id fer fram í veruleikanum. Vit hava ikki ráð at liva í fortíðini, medan veruleikin kring okkum broytist við fullari ferð.



Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við síðugrein í landfrøði