Í 2017 vóru 19 fosturtøkur framdar í Føroyum, ongantíð áður hevur talið á fosturtøkum verið so lágt, hetta vísa tøl frá Hagstovu Føroya tann 7 november í ár.
Hóast hetta er eitt metlágt tal, er talið ógvuliga svingandi frá ári til ár, tað kann merkja at hóast talið er metlágt í ár, kann tað vaksa aftur næsta ár, sigur Hagstova Føroya í tíðindaskrivi á heimasíðu teirra.
Síðan 1980 er talið á fosturtøkum í Føroyum støðugt minkað, og hóast talið av burðarførum kvinnum eisini er minkað sæst enn, at talið á fosturtøkum minkar, tá tað verður samanborið við føðitølini fyri hvørt áratíggju.
Samanborið við onnur norðanlond, eru fleiri ferðirnar færri fosturtøkur framdar í Føroyum enn í t.d. Danmark, Svøríki og Grønlandi. Í Grønlandi sigst at fyri hvørt 1000 livandi føtt barn, verða 1030 fosturtøkur framdar, also er tað meira enn helvtin av Grønlendskum kvinnum, sum fremja fosturtøku.
Samstundis sum Føroyar hava lægstu tøl fyri fosturtøku, er føðitíttleikin í Føroyum eisini veksandi í mun til onnur norðanlond rundan um okkum.
Síggj tølini frá hagstovuni her.