15 pakistanskir stjórnarhermenn, sum hvurvu aftan á samanbrestir við víðgongdar talibanar, eru eftir øllum at døma myrdir. Í gjár almannakunngjørdi tann pakistanski vongurin av Taliban eina sjónbandsupptøku, sum vísir, at í hvussu er 12 av teimum 15 hermonnunum blivu hálshøgdir.
Á sjónbandsupptøkuni vóru myndir av ymsum ognarlutum hjá teimum myrdu hermonnunum so sum samleikaprógv, fartelefonir og bankakort.
Ein ónevnd trygdarkelda í Pakistan váttar fyri týsku tíðindastovuni DPA, at hermenninir eru myrdir.
Teir 15 hermenninir hvurvu aftan á samanbrestir millum stjórnarherin og Taliban í landspartinum Bajaur í síðstu viku.