Samkynd
Eirikur í Jákupsstovu
Nú revsilógin verður endurnýggjað er brenni aftur komið á bálið um tey samkyndu í Føroyum. Alfred Olsen hevur nevnt tað vera óføroyskt at vera samkyndur, meðan Karsten Hansen metir, at tað væl ber til at reinsa 266b, sum hann sjálvur orðar seg.
Hetta kann Beinta Løwe Jacobsen, sum millum annað er samkynd, ikki góðtaka.
- Ein politikari tosaði á tingsins røðarapalli um at reinsa 266b. Meinar hann veruliga, at mann vil reinsa ein ávísan bólk úr samfelagnum. Hetta er bæði skelkandi og ræðandi, tí tað vísir bara, hvussu bíblian ofta verður nýtt til lógarsmíð, heldur enn demokratiið, og at summir bólkar eru óvælkomnir til Føroyar, sigur Beinta Løwe Jacobsen.
Hon leggur afturat, at hon ætlar sær at flyta heim í heyst, tí hon vil ikki verða diskriminerað úr sínum landi.
Tað var Karsten Hansen, sum nevndi møguleikan at reinsa 266b fyri orðingina kynsliga orientering.
Sambandsfólk føroyingar
Somuleiðis staðfestir hon turrisliga, at Alfred Olsen burdi verið fegin, nú okkurt danskt, og sostatt óføroyskt sær út at koma til landið.
- Løgfrøðiliga er ein føroyingur bara ein danskur ríkisborgari, sum býr í Føroyum, og tí dugi eg ikki at síggja, hvussu Bill Justinussen, ella nakar annar skal gera av, hvat er føroyskt og ikki. Eg haldi til dømis sambandsfólk vera líka føroysk sum tjóðveldisfólk, men kanska skuldi Alfred Olsen bara fegnast, at okkurt danskt eisini kom hendavegin, sigur hon.
Kærleiki er óføroyskur
Heldur ikki dugir hon at skilja, at samkynd ikki skulu vera føroyingar, tí hon hevur altíð hildið, at kærleiki hevur verið rættiliga føroyskur.
Hon leggur afturat, at hóast tað kann sýnast lættari at stýra einum samfelagi, har øll eru eins, so er hetta ógjørligt, tí ongin er eins, og samkynd eru í Føroyum og fara at vera í Føroyum framyvir.
Ímillum hesi, sum Beinta Løwe Jacobsen hevur undir illgruna fyri at halda, at kærleiki er óføroyskur er Karsten Hansen, tá hann á tingsins røðarapalli tosaði um at reinsa 266b fyri kynsliga orientering, tí hon heldur ikki, at tað er rætt, at taka ávísar bólkar úr 266b.
- Tað er ræðandi, at ein tinglimur nýtir orðið reinsa í hesum førinum. Spurningurin er so, um tey eisini ætla at reinsa Føroyar fyri samkynd? Tað er skakandi at uppliva, at ein samfelagsbólkur er so illa sæddur av føroyskum politikarum, at lógir skulu reinsast, so tær ikki verja henda samfelagsbólk, metir hon.
Fundamentalisman ræður
Somuleiðis er Beinta Løwe Jacobsen sannførd um, at tað, hon kallar, fundamentalistisku kreftirnar í landinum hava alt ov stórt vald.
- Vit síggja fer eftir fer, at politikarar ikki halda seg til veruleikan, at øll eru ymisk, men heldur miða eftir bíbliuni. Tað vísir seg eisini, at politikarar, sum vóru fyri 266b ikki vilja vera við at herða reglur um happing av somu bólkum, og at løgtingið við aðru viðgerð samtykti at taka 266b, stykki 2 burtur, og eisini samtykkir at strika orðingina “seksuel orientering” úr tveimun øðrum greinum, vísur enn einaðferð, at tað eru religiøsu fundamentalistisku kreftirnar, ið stýra løgtinginum og harvið eisini Føroyum, sigur hon.
Og leggur afturat, at vónandi fær hetta tingfólk at vakna og hugsa um, at tað eru menniskju tey hava við at gera, áðrenn føroyska samfelagið er “reinsa” fyri øll, ið ikki hóska inn í myndina hjá ávísum politikarum, vónar hon.
Í gjár varð við triðju viðgerð avgjørt, at 266b stykki 2, ikki skuldi við í dagføringarnar av revsilógini, og hinar broytingarnar vóru heldur ikki við, hóast broytingaruppskot kom fyri ting.