Talið á persónbilum vaks yvir 1.000 prosent

Bilstøðin Auto í Havn umleið 1966

Fyri fimmti árum síðani var talið á bilum í Føroyum bara ein tíggjunda part av tí, sum tað er í dag.

 

Vit hava kagað í hagtølini fyri innfluttar bilar, sum Sosialurin skrivaði um fyri fimmti árum síðani í janauarmánaði í 1966. Har verður greitt frá, at »vit hava innflutt fyri milliónavirði í flutningsførum – tilsamans fyri 1.045.000 krónur, harav meginparturin eru persónbilar, motorsúkklur og knallertir«.

 

Tað var í sekstiárunum – serliga seinast í sekstiárunum, at bilasølan tók dik á seg, og hon vaks nógv í sjeytiárunum.

 

Hóast samlaði bilainnflutningurin var nógv lægri í 1965 enn fimmti ár seinni í 2015, so vóru ikki øll tølini lægri. Eitt nú vóru innlfuttir 87 hýruvognar í 1965. Fimmti ár seinni, í 2015, vóru bara innfluttir 22 hýruvognar. Her er talan um stóra minking.

 

Sama er við bussum. Í 1965 vórðu innfluttir 30 bussar. Í 2015 bara 4. Sama skilið er við motorsúkklum og knallertum. Í 1965 vórðu innfluttar 228 motorsúkklur. Í 2015 bara 18. Og í 1965 vórðu innfluttar 376 knallertir. Í 2015 bara 13.

 

Men talið av persónbilum er meira enn tíggjufaldað hesi árini. Í fjør innfluttu vit 1.826 nýggjar persónbilar í mun til 169 í 1965.

 

Skrásettir bilar

1965

2015

2015 í mun til 1965

 

 

 

%

Persónbilar

169

1826

1080

Hýruvognar

87

22

25

Bussar

30

4

13

Vørubilar

25

311

1244

Motorsúkklur

228

18

8

Knallertir

376

49

13

Traktorar, kranar o. a.

64

 

 

 

 

Í 1969 vóru 3.001 bilar skrásettir í Føroyum, men bara fimm ár seinni er talið meira enn tvífaldað: Í 1974 eru 6.825 bilar skrásettir. Longu í 1981 fór bilatalið upp um 12.000, so tað varð ferfaldað eftir bara 12 árum.

 

Í áttatiárunum kemur uppaftur meira ferð á bilasøluna. Bara í 1984 vera 2093 nýggj akfør skrásett, og í 1985 eru 15.000 akfør í Føroyum. Og bilatalið veksur enn skjótari næstu fimm árini, tí 1. januar 1990 eru skrásettt 18.000 akfør í Føroyum, og bilatalið er næstan tvífaldað í tíggju ár.

 

Hetta árið eru 3.551 vøru- og lastbilar, 118 bussar, 233 hýravognar, 13.986 vanligir persónbilar og bara 113 motorsúkklur. Síðani koma kreppuárini, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum.

 

Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Í 1995 er skrásett 15.504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør.

 

Vøru- og lastbilarnir í 2013 vóru 516, vøruvognarnir 3.560, bussarnir 108, motorsúkklurnar 725, hýruvognarnir 101 og persónbilarnir 20.507.

 

Í 1965 vóru 2.888 akfør skrásett í Føroyum. Í dag liggur talið av skrástetum akførum við nummarplátum um 31.000. Til hvørt motorakfar eru vit 2,1 fólk, og til hvønn persónbil eru vit 2,9 fólk.


 

Bilstøðin Auto í Havn umleið 1966

Bilstøðin Auto í Havn umleið 1966

Bilstøðin Auto í Havn umleið 1966

Bilstøðin Auto í Havn umleið 1966

Bilstøðin Auto í Havn umleið 1966