Japan var nýggjársdag rakt av tilsamans 155 jarðskjálvtum sambært landsins veðurstøð.
Harðasti jarðskjálvtin, sum varð máldur til 7,6, var í landspartinum Ishikawa, har tey flestu doyðu.
Í gjár kom talið av deyðum og saknaðum ávikavist 128 og 195 sambært myndugleikunum í Ishikawa.
Sambært Reuters er jarðskjálvtin tann, ið hevur kravt flest mannalív síðani 2016.
/ritzau/