Talið av innløgdum í Noregi setir met

- Taka vit smálondini, Andorra, Føroyar og San Marino, burtur úr, eru Noreg tað land í Evropa, sum hevur størsta vøksturin í smittu, skrivar NRK.

 

Í løtuni eru 358 fólk innløgd við covid-19 í Noregi. 

 

Tað er størsta tal av innløgdum, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Hetta vísa tøl hjá norskum heilsumyndugleikunum.

 

Talið av innløgdum í dag, er 27 fólk fleiri enn í gjár, sunnudagin. Og frá leygardegi til sunnudag vaks talið av innløgdum við 24.

 

Av teimum 358 innløgdu í løtuni, liggja 109 á intensivari deild, harav 62 fáa viðgerð í respiratori.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit í dag at siga, at Noreg hevur størsta vøksturin í smittu av øllum londum í Evropa.

 

- Taka vit smálondini, Andorra, Føroyar og San Marino, burtur úr, er Noreg tað land í Evropa, sum hevur størsta vøksturin í smittu.

 

NRK veit at siga, at frá týsdegi til fríggjadag í síðstu viku setti Noreg hvønn dag egið met í smittu. 

 

- Fríggjadagin høvdu vit størsta smittutal nakrantíð, tá 5.400 vórðu staðfest positiv í eitt samdøgur, skrivar norska kringvarpið.